Løvan

Spurningur: Hey. eg vil fyrst siga at eg haldi at tað er so kult at tit hava gjørt hesa kulu heimasíðina. :D 
men ja, her kemnur trupuleikin hjá mær: 
Eg havi ein vinmann, sum hevur trupulleikar við familjuni, foreldrini hjá honum eru bæði alkoholikarir og tey buka hann og sovaritt, hann vil ikki hava meg at siga tað við nakran vaksnan, so eg hevði verið mega glað, um tit høvdu kunna fortalt mær hvussu eg kann hjálpa honum uttan at skula siga tað við nakran vaksnan..?
Takk fyri.

Hey Løvan!
Tað er gott, at tú ert glaður fyri hesa  heimasíðuna, og tað er eisini gott, at tú hevur skrivað til ráðgevingina.
Eg skilji væl, at tú ert keddur um tín vinmann. Foreldur hansara hava stórar trupulleikar, og tað ávirkar tín vinmann so mikið nógv, at tað er skaðiligt hjá honum at búgva saman við teimum.
Hann hevur rætt til at vera tryggur í sínum egna heimi, og eingin hevur loyvi at buka hann.
Tað, sum er mest umráðandi hjá tínum vinmanni er at fáa hjálp, so at hann sjálvur fær betri umstøður at liva undir, ongantíð ov skjótt.
Tað kann tó vera ringt hjá honum at fortelja nøkrum um støðuna, tí ofta eru børn sum hava foreldur við alkoholtrupulleikum óvanliga trúgv móti sínum foreldrum. Og kanska tey eisini ynskja at hjálpa sínum foreldrum. Sannleikin er tann, at tað er ógjørligt hjá børnum at broyta síni foreldur.

Eg hugsi eisini um, hvat tað er, sum ger, at tú ikki kanst siga tað við nakran vaksnan.
– Er hann bangin fyri, hvat fer at henda?
– Stúrir hann fyri, hvussu foreldrini fara at reagera, um hann biður onkran vaksnan um hjálp?
– Kann tað hugsast, at tað hevði verið ein lætti fyri foreldrini, um bæði hann og tey fingu hjálp?

Tað er ein stór ábyrgd hjá tær at skula hjálpa tínum vinmanni, uttan at tosa við nakran vaksnan.
Tú kanst lesa meira um alkoholtrupulleikar og harðskap á hesi heimasíðuni, og tú kanst tosa við hann um tað, og møguliga stuðla honum í at lesa um hesi evni sjálvur. Lat hann merkja, at tú vilt stuðla honum í tosa við onkran vaksnan, sum kann hjálpa honum.
Tit eru bæði vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og tosa við ein ráðgeva ella at skriva aftur til okkara. Alt tað besta!

Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin