Lásið

Spurningur: Eg tími at liva, men mær dámar væl tankan um ikki at vera her. Tí vil eg heldur doyggja, og liva víðari har uppi, sum eg fari at hava tað best. Eg havi tað ikki gott, men eg veit ikki hví, føli meg so tunglynta, og tað havi eg gjørt í langa tíð nú eftir hondini. Men har er einki hent í mínum lívi, sum hevði kunnað gjørt meg tunglynta, so eg eri eitt sindur í iva um hvat sker. Jújú, knívur sker hvørt kvøld í meg, men nú hugsi eg um, hvat tað er, sum sker við mær, og hví eg eri tunglynt. Havi ofta, tá ið eg havi skorið meg, siti og veruliga ætlað at skorið pullsæðrina yvir, men havi tó ikki gjørt tað (ENN)! Eg havi ongan at tosa við um hetta, tími ikki at tosa við vinirnar ella foreldrini, og eg dugi heldur ikki at snakka við ein persón um sovorðni ting, ei heldur at siga frá, so eg rokni bara við, at tað endar við sjálvmorði. Takk fyri, um tit fáa hjálpt.

Góða genta!
Takk fyri brævið, har tú staðfestir, hvussu trupult tú hevur tað, men at tú samstundis vónar, at vit fáa hjálpt tær. Víst vóna vit, at hetta svarið kann hjálpa tær. Um tú vilt tað ella ei, verður tú noydd at søkja tær hjálp, har tú ert stødd, antin við at greiða tínum foreldrum frá støðuni, ella við at venda tær til heilsufrøðingin í tínum skúla ella við at fara til læknan. Um tú ynskir at fáa staðfest, um tú ert tunglynt ella ikki, verður tú noydd at fara til lækna. Tú hevur ein so sjálvskaðandi atburð, at  nú snýr tað seg ikki meira um, hvat tú tímir ella ikki tímir, og at hanga føst í niðurbrótandi tankum um teg sjálva og lívið, ger bara alt verri. Eg eri vís í, at tú vilt koma burtur úr trupulleikunum, og tað kanst tú, við at samarbeiða við tey, ið kunnu hjálpa tær. Um tú hevur brúk fyri at kjatta við okkum, ert tú vælkomin. Vit kunnu stuðla tær í at biðja um hjálp. Tað er lættari hjá okkum at ráðgeva tær umvegis kjatt ella telefon.

Ansa væl eftir tær sjálvari!

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin