Góða Genta
Hasin maðurin er alt ov gamal til tín. Tú ert enn eitt barn og hann er ein vaksin maður, tað vil siga at tað er alt ov stórur aldursmunur á tykkum. Tí haldi eg at tú skalt gloyma hann. Tað er eisini ólóligt at koma saman við honum, um tit fara í song saman. Tí hann má ikki fara í song við einari gentu sum er yngri enn 15 ár, tað er straffbart.
Tú skal nýta tað at vera 12 ár. Nýt at vera saman við vinum sum eru um sama aldur sum tú og hav´ tað stuttligt saman við teimum.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin