Hvussu kann eg fáa hjàlp at finna ut av um eg havi eina diagnosu

Spurningur: Kann eg sjálv/ur fara til lækna at kanna um eg havi stress, deprasjon ella angst? Ella hvussu kannar man tað?

Hey tú.

Takk fyri brævið.

Um man skal finna útav, um man hevur eina diagnosu, skal man fyrst til sín egna kommunulækna.

Tú spyrt, um tú sum 16 ár kann fara til læknan einsamallur/einsamøll. Sum útgangsstøði stendur í lógini, at foreldramyndugleikin skal fráboðast, um tú ert undir 18 ár. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har læknin gevur serloyvi til ein, sum er undir 18 ár. Í stuttum merkir hetta, at tú kann ringja til kommunulæknan. Læknin kann síðan meta um tína persónligu støðu, og avgera um tú kann fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.

Nú kenna vit ikki til tínar familju umstøður, men um tú hevur eitt gott samband við foreldur tíni, so er tað best, um tú tosar við tey fyrst – um hvussu tú hevur tað –  soleiðis at tey kunnu hjálpa og stuðla tær. Vit skilja væl, at tað kann vera torført at byrja eina slíka samrøðu. Eitt sum kann hjálpa, er at skriva eitt bræv til foreldur tíni. Eftir at tey hava lisið brævið, kunnu tey hjálpa tær at tosa um, hvussu tú hevur tað, og hvussu tey kunnu hjálpa tær.

Tá ið ein ikki hevur tað gott, er tað umráðandi at leita sær hjálp. Um tú heldur at tað er ov torført at tosa við foreldur tíni, so hevur tú kanska onkran annan vaksnan rundan um teg, sum tú hevur álit á. Um tú gongur í skúla, kann tað vera ein lærari, ein heilsufrøðingur ella ein lestrarvegleiðari. Kanska hevur tú gott samband við eina mostur, ein gubba, ommu ella eitt foreldur hjá einum vinfólki, sum kunnu stuðla tær?

At tú hevur skrivað til okkara, vísir okkum, at tú hevur mót uppá at tosa um tað. Tú hevur viljan til at fáa broyting. Tí trúgva vit eisini uppá, at tú hevur dirvi til at gera okkurt. Tað er júst hetta dirvi, tú skal brúka beint nú.

Vit ynskja tær alt tað besta. Tú er altíð vælkomin at ringja, ella skriva aftur til okkara.

Tú & Eg Ráðgevingin