Homo ella ei?

Spurningur: Hey :) Eg eri ein genta, ið fegin vil vita um kyn. Eg havi einspurning, hann er kanska eitt sindur undarligur.. men tað man vera tað :p Eg ætlaði at spyrja, um hvussu man veit hvat fyri kyn man er til.. hvissi okkurt konufolk sum sær betri ut enn eg gongur forbið, so eygleiði hennara afturpart. Og um eitt lekkurt mannfolk gongur framvið, so hyggji eg totalt nogv, sum allar æðrar gentur :p Men altso er man homo ta man ikki kann lata vera við at hyggja eftur konufolkið (lika sum aður nevnt)? ella er tað normalt?  

Góða genta!
Takk fyri brævið! Tað tú spyrt um er als ikki undarligt. Og eg kann stutt svara tær, at tú nýtist ikki at vera lesbisk sjálvt um tú dámar at hyggja at afturpartinum á øðrum gentum – tað eru tað rættiliga nógvar gentur ið gera. Tú ert í tannárunum nú. Tín seksualitetur búnast meir og meir, og tín áhugi fyri sex og kynslívi er eisini vaksandi. Tínar kenslur kunna svinga nógv og virka rættiliga ógvisligar og kanska heldurt tú teg hava allar møguligar løgnar, píniligar og  ”undarligar” tankar. Tað er einki ónormalt i hesum og tíðin tey næstu árini verður spennand, forvitnislig, strævin, forvirrislig – ja, alt í senn.  

Tú eigur tín kropp . Hav álit á tær sjálvari og ger tað, ið kennist best fyri teg!  

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin