hmmm

Spurningur: Mamma og babba siga at eg skal ganga til psykolog fyri næstu ferð. Men eg tími ikki. Eg hati psykologar.

Hey.
Tá tú skalt til psykolog fyri aðru ferð má tað verða tí foreldrini hjá tær halda at tú hevur tørv á tí.
Nú veit eg ikki hvat tað er sum tú skal til psykolog fyri, men í allarflestu førum hálpir tað at tosa við onkran tá man hevur trupulleikar.
Tú kanst ikki hata allar psykologar, tí tú hevur neyvan tosað við allar, men tú kanst hava tosað við ein tær ikki dámar, og so kundi tú kannað um tú ikki kanst fáa ein annan.
Tá man tosar við psykologar kunnu tankar koma fram sum eru ringir at hugsa um, og tað kann vera ringt at skula seta orð á kenslur. Um tú følir at psykologurin ikki skilir teg ella at tú ikki fær hjálp, kanst tú tosa við viðkomandi um hvat tú væntar tær av samrøðunum. Tú kanst eisini biðja hann ella hana greiða frá hvat arbeiðið hjá einum psykologi er, og hvat tað inniber at tosa við ein psykolog.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin