hjálp mær please (nervagass)

Spurningur: Hey hjálp mær! Ofta í tímunum fái eg bara nervagass, altso tað er, tá man hevur nervar og prumpar, og eg má bara sleppa tí út, og so fara øll at flenna. Svara tit beinan vegin? Nær fáa tit frí? So veit eg, nær eg kann senda, tí so svara tit skjótt.

Hey ‘Hjálp mær please’ !
Eg fari at byrja við at svara spurninginum, um vit svara beinanvegin. Tá vit svara brøvum, so svara vit altíð teimum elstu brøvunum fyrst, so tað er líka mikið hvønn dag brøvini koma inn. Vit fáa ikki svara brøvunum beinan vegin, tí at vit fáa so nógv brøv, men vit svara so skjótt sum til ber.
Tá ein hevur nógva luft í búkinum, so kann tað vera so nógv, sum kann gera tað. T.d. hvat ein etur og drekkur. Nógv bomm, chips, sodavatn við kolsýru (brúsi), kál, og um ein etur ov nógv. Tað er rættuliga óbehagiligt. Tú kanst eisini tosa við heilsusjúkrasystrina um hvussu tú hevur tað, og hvørji ráð hon hevur. Men hugsa um, hvat tú etur og drekkur. Reint vatn og mjólk er í hvussu so er gott. Tað er eisini umráðandi at tú rørir teg so nógv sum gjørligt. Tú kanst til dømis renna, súkkla, hoppa ella ganga so skjótt, sum tú orkar. Tað hjálpir eisini. Men so leingi ið tú hevur tað so, og ert inni í skúlastovuni, og ert bangin fyri at hini fara at flenna, so kanst tú spyrja læraran, um tú kanst fara á wc. Vóni at hetta hevur svarað eitt sindur av tínum spurningi.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin