Hjálp hjálp hjálp

Spurningur: Hey tit!
Eg havi eitt problem sum eg ikki tori at siga fyri nøkrum,hvørja ferð eg vakni, havi eg standing. Eg havi tað leingi. Tá eg fari at upp, komi eg niður í køkin við standing, tað er ikki stuttligt. Pappa flennur bara. Mamma er svøk. Hvat skal eg gera ?

Hey “Hjálp hjálp hjálp”
Gott, at tú spyrt, tí eg ivist ikki í, at nógvir dreingir hava tað sum tú.
Pápi tín flennir, tí hann veit akkurát, hvussu tað er, og minnist væl aftur á tíðina, tá ið hann var 12 ár. Hann veit, at tað er heilt nattúrligt. Tú sigur at mamma tín reagerar við at blíva svøk. Kanska er tað tí at hon er ósikkur uppá hvussu hon skal reagera? Summi verða svøk sum mamma tín, kanska tí tey hevur ringt at tosa opið um kynsbúning og kynslív.
Tað at tú hevur standing um morgnarnar er heilt normalt, og tað kanst tú ikki gera so nógv við. Men tú kanst eisini royna hesi tingini:
– Kanska fara fyrr upp um morgunin.
– Les um onani
– Kalt brúsubað

Góða eydnu !!!!

Tú & Eg Ráðgevingin