GFG

Spurningur: Mær dámar væl hesa Heima-síðuna….. og hon er góð… men tað var bara at : Ein genta er forelskað í mær . Men eg dámi ikki hana . Hvat skal eg gera? Og um hon blívur við ?

Hey ‘GFG’
Takk fyri – tað er deiligt, at tær dámar barnabati.fo:-)
Tær dámar ikki eina gentu, sum er forelskað í tær – tað kann ikki verða lætt!?
Tað er fitt av tær at hugsa um trupulleikan, og at tú vilt sleppa burtur úr hasum, uttan at særa hana óneyðugt.
Tú fortelur ikki akkurát hvat gentan ger. Tí er ringt at meta um, hvat tú skalt gera fyri at fáa hana at gevast.
Tað besta hevði sjálvandi verið, um hon skilti, at tú ikki ert forelskaður í henni, soleiðis sum hon er í tær.
Tú kanst í øllum førum royna at ikki vísa henni størri áhuga, enn tú vísir nøkrum øðrum.
Vónandi uppfatar gentan við tíðini, at tú ikki er áhugaður í henni soleiðis – og vónandi verður alt vanligt millum tykkum aftur um eina tíð – kanska tit enntá kunnu verða vanlig vinfólk seinni einaferð!?
Tú ert vælkomin at skriva aftur til Tú & Eg Ráðgevingin brævkassan, um hon ikki gevst við tí hon ger og greiða okkum frá, hvat fer fram, so vit betri kunnu meta um, hvat tú kanst gera.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin