Gentan, ið vil prøva

Spurningur: Hey :) vita ikki um tit fingu eitt bræv eg sendi. men spurdu um tit vistu naka eg kundi brúka fyri at fáa orgasmu? eg havi prøva so nógv lítil ting. eg havi hoyrt man kann bruka agurk, men eri bangin um hon knekkar. kunnu tit siga okkurt man kann brúka nøkur ting sum man kanska eigur heima?. eg tori ikki keypa dildo úr internetinum, tí so finnur mamma údav tí. hetta er ikki ódseriøsur spurningur ella sum onkur bara skrivar fyri stuttleikar. hopi tit kunnu siga nøkur ting. takk fyri hjálpuna :)

Hey, tú ið vilt prøva!  
Enn einaferð vilja vit heita á tykkum um at skriva aldur, serliga tá tað snýr seg um kynsligar spurningar. Hetta er ein barna- og ungdómsráðgeving, og vit vísa ikki til støð, har sex-leiku verða seld, ei heldur vegleiða vit børnum og ungum í sexleikum. Um tú hevur brúk fyri at kjatta ella tosa við okkum um annað, ert tú vælkomin. Tú ert eisini vælkomin at skriva aftur til okkara.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin