Spurningur: Eg læs akkurát eitt bræv í brævkassanum sum var frá eini 15 ára gamlari gentu ið var so kedd yvir at hon hevði so lítil bróst. Eg hevði verið glað um tit kundu koyrt hetta brævi á brævkassan so at tann gentan og aðrar gentur ið eru keddar av at hava lítil bróst síggja mítt bræv.
Tað sum eg vil siga er:
Tað behøvist ikki altíð at vera gott at hava stór bróst. Eg veit um nógvar dreingir ið dáma konufólk við lítlum boppum.
Líka síðani eg var 11 ár havi eg havt stór bróst. Tá eg var 12 brúkti eg eina C skál. Og tað er rættuliga stórt fyri eina 12 ára gamla. Tá eg bleiv eldri blívu tær bara størri og eg hevði nógv størri bróst enn hinar genturnar í flokkinum. Eg var kedd av tí. Eg hoyrdi onkuntíð dreingir tosa saman um at eg hevði fingið mær silikonir í bróstini. Og onkuntíð tá eg fór í býðin so róptu dreingirnir eftir mær “Pamela Anderson”. Tað vóru tó nógvir dreingir ið vóru interiseraðir í mær og eg hevði ofta sjeikar. Eg hevði oftari sjeikar enn hinar genturnar í flokkinum. Men við tíðini fann eg útav hví hasir dreingirnir vóru so interiseraðir í mær. Tað var tí at eg hevði so stór bróst. Nógvir av teimum vildu koma saman við mær fyri at sleppa at føla uppá míni bróst og fyri at sleppa í song við mær. Tað dugdi eg bara ikki at síggja fyrr enn ov seint. Eg helt at teir virkuligani dámdu meg. Men tað bleiv altíð so skjótt liðugt. Og so hoyrdi eg onkrar eks sjeikar tosa saman “hevur tú følt uppá boppurnar á henni? Man kundi trúð hon hevði fingið silikonir”. Hatta havi eg muga liva við øll míni teenagaár. Og tað var sera keðiligt og sárandi. Tí vil eg siga við tykkum gentur ið eru keddar av at hava lítlar boppur, at tað skulu tit ikki vera. Tá tit so fáa sjeik so kunnu tit vera sikrar í at tað er persónligheitina hjá tykkum ið teir dáma. Og ikki bara boppurnar. Men teir kunnu sagtans halda at boppurnar eru lekrar, sjálvt um tær eru lítlar. Og tað er eisini nógv nemmari at íðka ítrott og keypa klæðir og brósthaldarir tá man hevur lítlar boppur. Høvdu tit bara vita hvussu besverligt tað kann vera at hava stór bróst.