Gentan við ringu samvitskuni

Spurningur: Hey … Eg gangi til Sálarfrøðing av ymsum trupuleikum. men eg havi sooooo ringa samvitsku hvørjaferð tá ið vit eru á veg til hann, tí at tað er so dýrt, og eg vil ikki hava at mamma og babba skulu fara  “falitt” at mínari skyld…. :( Eg vil gjarna betala sjálv, og tað havi eg gjørt onkuntíð… men eg kann ikki heilt tjena mær pengar til tað hvørja ferð…familjan hevur eisini verið røsk at stuðla.. abbi hevur betalt onkuntíð og eisini omma…..men eg haldi ikki at tað er nokk!! huff! skal eg stoppa at ganga til sálarfrøðing??? Haldi eisini at eg stjæli uppmerksomheitina frá mínum systkjum tá ið eg fái hjálp… eg vil ikki hava at tey halda seg vera minni verda enn eg.

Góða tú, ið hevur ringa samvitsku!
Takk fyri brævið! Tíverri er tað soleiðis, at samrøður við ein sálarfrøðing kosta nógv, og tað er ofta tyngjandi fyri tann, sum gongur í sálarfrøðiligari viðgerð, at noyðast at hugsa um tað aftrat. Eg vildi ynskt at onkur kundi tikið ta byrðuna av tínum herðum, so at tú ikki hevur ringa samvitsku um tað. Tá tíni foreldur hava ynski um, at tú kanst ganga hjá sálarfrøðingi, er tað helst tí, at tey fegin vilja gjalda tað, ið tað kostar, so at tú kanst fáa hjálp. Kanska eru tey noydd at spara á onkrum øki, men tað er teirra ábyrgd at finna út av, hvussu tey fáa tað fíggjarliga at ganga upp. Eg veit ikki, um tey tosa við teg um, at tað er kostnaðarmikið, men tað kann vera ein trupulleiki, tá tú sjálv og omman og abbin mugu gjalda viðhvørt. Tað er gjørligt at fáa fíggjarligan stuðul, um tíni foreldur venda sær til barnaverndartænastuna í økinum, har tit búgva. Eg veit ikki, um tú hevur samband við barnaverndartænastuna, men tey geva børnum tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Tað ber eisini til at tosa við tín lækna um støðuna, tí hann kann í ávísum føri skriva ávísing til sálarfrøðing. Haldi ikki, at tað er gott, at tú skalt nívast av ringari samvitsku, tá tær dámar at ganga hjá sálarfrøðinginum. Tað er sera umráðandi at trívast saman við sálarfrøðinginum, og tí vóni, at alt verður gjørt fyri, at tú kanst halda áfram við viðgerðini. Viðvíkjandi tínum systkinum, skalt tú royna at hugsa øðrvísi um, at tey fáa minni frá tínum foreldrum enn tú fært beint nú. Tað er ein natúrligur partur av tí at vera familja, at man hjálpir teimum, ið ikki hava tað gott. Tíni systkin hava ikki brúk fyri tí sama sum tú, og  seinni í lívinum, kann tað henda, at tey fara at fáa meira uppmerksemi enn tú, og tað er púrasta natúrligt. Um tú hevur brúk fyri at kjatta ella tosa við okkum um støðuna, ert tú vælkomin at venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina aftur.

Øll góð ynskir her frá!
Tú & Eg Ráðgevingin