Genta 13 forelskað

Spurningur: Hey. Eg dámi ein drong sum eg ikki so gott kenni, men eg veit væl hvør hann er. Eg havi skrivað til hann inni á arto, men hann svarar næstan aldrin aftur. Hvat halda tit eg skal gera fyri at fáa hann at svara?

Ja tað er ikki so lætt. Men tað tú kanst gera, er at spyrja hann vinarliga um hann ikki kann svara tær aftur. Ger hann ikki tað, so kanst tú hugsa um tú tímir at brúka meiri tíð uppá hann. Men hvis tú veitst hvør hann er, so kundi tú kanska roynt at tosa við hann? Kanska er hann bara smæðin, tað eru dreingir ofta tá teir eru 13.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin