Góða 13 ára gamla genta.
Takk fyri brævið.
Ja, eg skilji væl, at tú ikki altíð hevur tað so lætt, tá tú kennir teg øðrvísi enn hinar genturnar. Tíverri er tað ikki nógv tú kanst gera, uttan at bíða eftir, at tíni bróst útvikla seg.
13 ár er faktiskt ein strævin aldur, og eg eri vís í, at summar av hinum gentunum eru keddar av at vera tíðliga útviklaðar. Í hasum aldrinum vil man helst vera sum hini, og tað kann kennast ræðuliga ringt, tá man heldur seg vera øðrvísi. Tað er kanska eingin uggi fyri teg beint nú, men eg kann lova tær, at næstan øll 13 ára gomul hava onkuntíð hasa kensluna. Um tað ikki eru bróstini, so er tað okkurt annað tey eru ónøgd við.
Um tú roynir at hugsa um okkurt, sum er pent á tínum kroppi, ella okkurt sum tú ert dugir væl, roynir at hugsa meira um tað góða enn tað minni góða, so kanska tú verður eitt sindur minni kedd av hesum trupulleikanum?
Vónandi gongst tær væl.
Tú & Eg Ráðgevingin