Forvirrað?

Spurningur: Heej ; Ehm. Takk fyri ein suverénan brævkassa..:D Eri glad fyri at hetta er. :P Ehm ? Eg eri noxo forvirra ? Eg veit ikki um eg dámi ein drong ella ikki ? Vit skrivasnakka saman hvønn dag. Eg kalli hann baby, góði elskaði, og alt sóri sum næstan øll gera. Men ? Eg veit ikki um eg eri forelska í honum. Øll spyrja um eg dámi hann tí eg snakki so ofta við hann. Men eg veit ikki. Vit eru góðir vinir. <3 So tá eghann mugu fara av sigi eg altíd elski teg (Asso sum vin) og hann er byrjaður at siga tað aftur við meg. Also næstan øll siga baby, góðia og elski teg og alt sóri nu á døgum. Men eg eri forvirrað ? Eg veit ikki um eg dámi hann? Ella um hann nú dámar meg eitt sindur? Eg hugsi ofta um hann tá vit ikki snakkaskriva saman. <3

Hey forvirrað ?
Tað er deiligt, at tær dámar brævkassan:-) Og takk fyri at tú skrivar inn til okkara.

Eg skilji væl, at tú ert forvirrað – tað er nemliga nokk so forvirrandi ikki at vita, um man er forelskaður ella ikki. Eg veit, at sera nógv ung eru í somu støðu sum tú – altso ikki vita, um tey veruliga eru veruliga forelskaði, og um hin parturin følir tað sama.

Tú skrivar, at tá ið tit skriva ella tosa saman, siga tit “eg elski teg” við hvønn annan. Eg hugsi um, at tá ið tú skrivar, at tit skrivasnakka, meinar tú so við, at tit smsa og kjatta? Tað er, sum tú sjálv eisini ert inni á, lættari at siga alt møguligt við hvønn annan, tá ið man smsar ella kjattar – ofta sigur man kanska eisini meira, enn man hevði torað at sagt, um persónurin veruliga stóð frammanfyri tær.

Eg haldi, at tú skalt royna at finna útav, um tú veruliga hevur hug at siga t.d. eg elski teg við hann, ella um tú sigur tað, tí at onnur eisini gera tað. Og so noyðist tú nokk at vera tolin, og vita hvat hendir millum tykkum. Um tú veruliga følir nakað djúpari fyri honum, so fert tú eisini at finna út av tí, sum tíðin líður. Eg haldi, at tú skalt bara taka tað róligt, og njóta at hava ein góðan vin, sum tú ert so heppin at kunna snakkaskriva saman við hvønn dag.

Góða eydnu framyvir

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin