Halló allar tríggjar!
Slím úr skrittinum, ella útflot, er heilt vanligt hjá konufólki at hava. Gentur kunnu fáa tað umleið 2 ár áðrenn pubertetin. Summi konufólk hava meiri útflot enn aðrar. Harafturat er eisini munur á mongdini av útfloti, um tað er áðrenn mánasjúkuna og aftaná mánasjúkuna og eisini er ymiskt hvussu nógv útflot man hevur millum menstratiónirnar.
Vanligi liturin er gulligthvítt, men skiftir útfloti lit til at vera meiri brúnligt, reytt ella grønligt og haraftrat lugtar illa, so er neyðugt at søkja læknahjálp.
Sostatt er tað heilt vanligt at hava útflot, men virkar tað irriterandi, skriðar og svíður so má man fara til lækna, tí tað kann skyldast eina svampinfektión ela okkurt annað.
Um tit hava nógv útflot, kunnu tit brúka “ trussuinnlegg “, ið verjir trussirnar. Trussuinnleggið kann skiftast so ofta tørvur er á tí, og tú kennir teg altíð turra í skrittinum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin