Ein forvirrað genta!

Spurningur: Hey!:) eg vil fyrst gjarna siga, at eg haldi at tað er sera gott at tað er ein føroysk heimasíða, sum man kann koma við spurningum!;) her kemur so mín.. eg haldi at nú, tá ið eg eri vorin tannáringur, so er lívi blivi nógv stravnari! eg veit ikki ordiliga hvat eg skal og hvørjar avgerðir eg skal taka. eitt sindur síðani, var eg rættiliga forelska í einum dreingi og vit komu saman aftaná eina tíð. eg veit gott at eg eri rættiliga ung, men tá ið eg gjørdi tað liðugt, hevði eg tað ræðuligt og eg hataði alt. nú eri eg so komin yvir hann!:) nú í sístuni havi eg dámt ein annan..mene, nú dámi eg knappliga ein annan! hann gongur í mínum flokki og man kann gott siga at vit eru nokkso góðir vinir.. eg veit ikki um eg skal fortelja honum hvat eg føli, ella um eg skal lata vera..kunnu tit hjálpa mær?:) -So er tað eitt avtrat! Eg eri rættiliga smæðin! hvussu kann eg sleppa av við tað? Eg HOPII at tit svara skjótt..takk:)    

Góða forvirraða genta!  
Líka so fløkjasligt sum tað er at vera tannáringur, líka so spennandi er tað eisini. Men tað er als ikki nú, ið tær nýtist at taka tær stóru avgerðirnar um, hvat tú vilt og hvat tú skalt í lívinum. Tak tað róligt og slappa av! Ver forvitin viðvíkjandi tí, sum fer fram inni í tær og rundan um teg og góðtak tær avbjóðingar, ið tað førir við sær. Tá ein er tannáringur, tuska hormonir runt í kroppinum og kenslurnar tykjast mangan ómøguligar og óskiljandi.. Tað er bæði vanligt og ok, at tær dámar fleiri dreingir aftaná hvønn annan og eisini um tú skuldi verðið forelskað í fleiri í senn. Dreingir eru jú ymiskir – okkurt er deiligt við einum og okkurt annað við einum øðrum. Og tað er eisini gott, at tú roynir teg fram. Tað kann hjálpa tær at finna útav, hvat tað eru fyri virðir og annað ein drongur skal hava, fyri at tú kanst hava tað gott saman við honum Og summi verða bara lættari forelskað enn onnur. Tú ert ósikkur og veitst ikki rættiliga, um tú skalt siga við dreingin í tínum flokki, at tær dámar hann og hvussu tú so skalt siga tað. Tað fyrsta, ið tú kanst gera, er at skriva niður á eitt pappír, fyrimunir og vansar við at siga við hann, hvat tú følir. Tað kann kanska hjálpa tær at taka eina avgerð. Um tú síðan gert av at siga nakað, kanst tú hugsa eitt sindur um, hvussu tú vilt siga tað. ”Mær dámar teg!”, ella, ”eg haldi eg føli okkurt fyri tær!”, ella, ”tú ert fittur!”, ella hvat tú nú finnur uppá at siga við hann. Og hvat er tað ringasta sum kann henda? Er tað kanska, at hann ikki hevur tað uppá sama máta við tær? Og hvat so? Tit kunna jú bara halda áfram við at vera vinir og er tað ikki eisini ok? Tú nevnir eisini, at tú fegin vilt sleppa av við at vera so smæðin. Nú veit eg ikki akkurát, hvussu smæðin tú ert. Ì øllum førum so hevur tú torað at skriva til Tú & Eg Ráðgevingina, so heilt smæðin ert tú ikki. Nógvir dreingir halda tað eisini vera ordiliga sjarmerandi, at gentur eru smædnar. Tað sum tó hevur týdning er ikki, um tú ert smæðin ella ei, men í hvønn mun títt smædni ávirkar teg. Tað má ikki koma har til, at tú letur títt smædni fáa ræði á tær, so tað verður ein forðing í gerandisdegnum. Tað sum ofta kann hjálpa, um ein vil arbeiða við at vera minni smæðin, er at seta sær sjálvum regluligar avbjóðingar har ein er smæðin. Best er at byrja við rímiliga løttum avbjóðingum. Tá tær hava eydnast eina tíð kann ein síðan gera avbjóðingarnar eitt sindur torførari. Tú kanst sjálv byrja í smáum við til dømis at siga meira í undirvísingini, syngja hart undir brúsuni, smílast til onkran, ið tú møtir, siga tína meining um ymisk viðurskifti ella okkurt heilt annað, sum hóskar betur til, hvussu júst títt smædni sær út. Eitt nú, at tú torir at siga við dreingin í flokkinum, at tær dámar hann, er ein sera góð venjing fyri títt smædni. Ella, tú kanst bara vera sum tú ert – smæðin og fitt.  

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin.