Eg veit ikki

Spurningur: hey.
eg veit ikki heilt hvussu eg skal byrja.
leypi bara beint út í.
tað er akkurát blívi liðugt millum meg og sjeikin. aftana 3mrð. og eg klári bara slet ikki meir, leingist so ógvuliga nógv eftir honum. men hann hevur longu funni eina aðra. og nu snakka vit ikki saman meir.
hettar er hent nú 4 ferðir á rað. teir reina eftir mær, fáa meg ordiligani forelskaða, og gera tað so liðugt.
og hvørjaferð fari eg longur og longur niður. fái etiforstírilsi, sjálvmorðstankar og tíðlíkt.
tími ikki serliga gott at snakka við nakran. bara mína bestu vinkonu. men eg føli tað sum um hon blívur troytt av tí í longdini. men hon sigur nei, og klemmar meg so.
tími ikki til psygelog. eg hati teir. havi veri fyrr tá eg var uml.9 ár. tað var eitt reint helveti hvørjaferð.
um morgnanir klári eg ikki upp, tankarnir um at klára allan dagin í gjøgnum. uttan hann .
eg veit ikki ein gong hví eg skrivi inn her.?
eg føli meg bara so langt niðri.  

Góða ‘Eg veit ikki’
Tað er ógvuliga gott, at tú hevur tikið stig til at skriva inn til okkara. Tú hugsar um nógv, og hevur tað ikki gott.

Tað er altíð ringt at hava hjartasorg, tá ein er góður við ein drong. Tú hugsar kanska um, hvat tú hevur gjørt, nú hann hevur gjørt tað liðugt við teg. Tú skrivar, at tað er hent fýra ferðir áður – at dreinginir royna eftir tær, og so gera tað liðugt. Eg skilji væl, at tú gerst kedd hvørja ferð, tí nógvar kenslur eru uppá spæl, tá ein er forelskaður. Eg skilji eisini væl, at tú saknar drongin sum tú var saman við. Tíbetur fert tú nokk at uppliva, at tú fert at leingjast minni og minni eftir honum, sum tíðin gongur.

Men eg dugi eisini at síggja eina gentu, sum hevur tað ringt við seg sjálva. Tað er ikki gott, at ein ung genta sum tú hevur sjálvmorðstankar og etingarólag. Tú ert ein genta, sum heilt sikkurt hevur nógv gott at geva øðrum, men tú skalt bara sjálv trúgva uppá tað.

Tá ein hevur tað ringt, sum tú hevur tað í løtuni, er tað neyðugt at hava onkran at tosa við. Tú skrivar, at tú hevur eina góða vinkonu, sum tú tosar við, men at tú følir, at hon verður troytt av at hoyra uppá teg í longdini. Tú følir, at tú næstan ert til fortreð fyri øll. Tað er vanligt at hava eina tílíka kenslu, tá ein hevur tað ringt. Tú skalt royna at trúgva uppá, at vinkona tín fegin vil hjálpa tær, og at hon er har fyri teg.

Tú hevur brúk fyri at tosa við onkran. Í byrjanini kann tað vera ógvuliga ringt at fortelja um sínar trupuleikar, men tá ein hevur vant seg við tað, kann tað vera ein lætti. Nú skrivar tú, at tú fyrr hevur gingið til sálarfrøðing og at tú hatar teir. Tú skrivar ikki hví, men kann tað hava verið tí at tað hevur verið ringt hjá tær at seta orð á trupulleikan, og at tosa um tað sum er trupult?

Tað er ógvuliga umráðandi fyri teg at fáa hjálp, so at tú kanst fáa tað betur. Tú fært tað eisini betur, men tú skalt bara trúgva uppá tað, og taka ímóti hjálpini, sum tú kanst fáa. Royn at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Tað kann vera tíni foreldur, onkran annan í familjuni, lærara ella skúlaheilsufrøðing. Tú ert eisini vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf 116 111.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin