eg veit ikki hví…

Spurningur: Hey tit! 1000 takk fyri ein sovornan føroyskan brævkassa! tit vita ikki hvussu “elskaði” tit eru! men nú til mín spurning… Eg eri altíð kedd, men eg veit ikki hví… Eg stóli ikki uppá persónar, men eg veit ikki hví… Mær dámar ikki fólk, men eg veit ikki hví… Eg elski ongan, men eg veit ikki hví… Eg vil hvørki doyggja ella liva, men eg veit ikki hví… Eg eri einki verd, men eg veit einki hví… Eg veit einki… eg veit bara at eg hugsi ikki positivt um meg og fólk rundan um meg… men hví ikki? :(  

Góða tú sum ikki veitst hví!  
Takk fyri rósandi orðini til ráðgevingina! Vit eru glað, tá ið vit kunnu vera til hjálp!

Tað ljóðar sum tú ert fangað í eini óndari ringrás av keðiligum tonkum um teg sjálva og títt lív. Eg skilji væl, um tú verður í ringum lag av hesum tonkunum. Eg hugsi, um tú hevur havt hesar tankar í langa tíð, ella um nakað er hent, sum ger, at tú ert farin at hugsa soleiðis?  

Eg kundi hugsað mær at spurt nærri um, hvussu tað gongur í skúlanum, hvussu tú trívist heima hjá foreldrunum, um hvussu svøvnurin hjá tær er, um tín matarlyst, og um tú ert saman við vinfólki ella fyri tað mesta ert heima fyri teg sjálva. Á tann hátt kundi eg betur hjálpt tær við at mett um, hvat tað er sum tyngir teg.  

Tað er ikki lætt at vera tannáringur. Nógvar broytingar fara fram, tá ið ein fer frá at vera barn til at verða vaksin. Og ein liður í hesum, er at finna fótafesti sum vaksin – við øðrum  orðum at finna útav hvør tú nú ert. Nógv ung kunnu kenna seg ómetaliga ótryggan og bangnan í hesu støðu, og tað er púra natúrligt. Nógv eru eisini sera ónøgd við seg sjálvan, kenna seg einsamøll og uppliva meiningsloysi og tunglyndi av nógvu broytingunum. Tað hjálpir at hava familju og vinfólk at tosa við og seta orð á hesar tankar og kenslur. Tað er tó ikki øll, sum hava onkran at líta á, og tá kann ráðgevingin vera ein hjálp. Tað er gott, at tú skrivar til ráðgevingina, og at tú ert varug við, hvussu tú hevur tað. Um tú hevur hug, ert tú vælkomin at logga á kjattið, so at vit kunnu tosa nærri um, hvat  tað er, sum tyngir teg og finna útav, hvussu álvarslig støðan er. Um tú kennir onkran, ið tú hevur álit á, tosa so við viðkomandi og greið frá, hvussu tú hevur tað. Tað er eisini umráðandi, at tú ert góð við teg sjálva og virðir teg sjálva.  

Alt tað besta!  
Tú & Eg Ráðgevingin