Eg veit ikki hvat feilar

Spurningur: Eg havi nú í eina tíð veri tung í huga. Eg eri ofta kedd, men eg veit ikki hvat grundin til tað er. Hóast eg havi havt ein góðan dag, og verið saman við fólkum sum eg elski, so er tað altíð okkurt sum ger, at eg blívi kedd, og tað er sum regul onkur tanki. Eg føli at onki gevur meining, og um eg hugsi um framtíðina, so føli eg bara at onki fer at verða betri. Og tað er nakrar ferir komið fyri nú, at eg hugsi at tað ikki ger nakað, um eg ikki eri her longur. Eg havi hugsa um at fáa hjálp, men eg veit ikki hvar eg skal fara, og eg tori heldur ikki so væl.

Góða tú, sum ikki veit hvat feilar

Tá eg lesi títt bræv, lesi eg eisini at tú hevur fólk sum tú elskar og tú hevur góðar dagar 🙂

Men tú ert kedd. Tað er natúrligt og gott at reagera, um ein er keddur. Eg kundi hugsa mær at spurgt teg, hvat tað er fyri tankar sum koma til tín og gera teg kedda? Soleiðis at vit kunnu finna útav, hví tú hevur teir keðiligu tankanir.

Bara tað, at tú vendir tær til okkara og hevur orðað nakað um tínir trupulleikar, er gott. Tú kundi hildið áfram við at skriva tínir tankar niður t.d. í eina dagbók, tí tú dugur væl at skriva, og tú dugir eisini væl at síggja tað positiva, sjálvt um tú er kedd. Tú kanst eisini tosa við onkran vaksnan um,  hvussu tú hevur tað. T.d. við heilsufrøðingin, sum er á skúlanum, ein lærara sum tú hevur álit á ella onkran sum tú kennir væl, mammu, pápabeiggja e.l.

Um tað er torført at vita, hvat tú skalt siga, so er tú hjartaliga vælkomin at ringja til okkum á 116 111 ella skriva aftur. Vit síggja ikki hvør tú er og vit kunnu hjálpa tær at fáa sett orð á tínar trupulleikar, og kanska eisini at hjálpa tær at finna dirvi til at tosa við onkran sum tú er góð við ella hevur álit á.

Tað sum hevur týdning er, at tú fært sett orð á tínir trupulleikar og kann deila teir við onkran. Tað tekur ofta tíð at sleppa av við ringar tankar, men at viðgera og tosa um teir er ein góð hjálp.

Vónandi fært tú tað betri.

Heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin