Eg fái so ilt

Spurningur: Eg havi roynt at havt sex við einum tvær ferðir nú, og báðar ferðinar passar hann als ikki í og eg fái ræðuliga ilt… Eg eri trygg saman við honum og eg slappi av, so tað er ikki tað. Eg fái akkurát ein fingur í, og um eg royni meira so fái eg so ræðuliga ilt.

Góða Genta

Takk fyri tín spurning.

Út frá tínum brævið, ljóðar tað til at hetta eru tínar fyrstu royndir uppá samlegu/ penetration. Tí vil eg royna at svara tínum brævið út frá hesum.

Summar kvinnur kunna fáa ilt í vagina/ skeiðina, tær fyrstu ferðirnar ein roynir at hava samlegu.  Henda pína kemur oftast av at musklarnir umkring vagina eru nakað spentir. Pínan kann eisini koma av, at slímhinnan í vagina er nakað sart og smáar riftur kunna koma í slímhinnuna við penetration. Ì sera fáum førum er talan um eina ov mótstøðuføra jomfrúhinnu/ moyhinnu. 

Tú skrivar, at tú kann fáa ein fingur inn vagina, men at tú fært pínu tá fleiri enn ein fingur fer inn í vagina, hetta týður uppá at vagina hevur eina normalan form. Talan kundi tí verið um spentar musklar, eisini kallað `skedekramper`og er ikki nakað sum kvinnan er við vilja, men sum kann henda reflektoriskt.

Tú skrivar at tú følir teg tryggan við tín samlegupartnara og hetta er sera týdningarmikið fyri, at tú kann slappa av og fyri at fáa eina góða uppliving saman. Eisini er gott um tit kunna tosa saman um hetta og tí fyrireika tykkum til næstu ferð, tit ætla at royna at hava samlegu. 

Næstu ferð tit royna at hava samlegu, kunna tit fara meira róligani fram og tryggja at tú/ kvinnan er klár, tvs at tú er græð, ert trygg í støðuni, kann slappa av og at vagina er nóg vát. Um tú heldur at vagina er ov turr, kunna tit royna tykkum fram við glíðukrem. Síðani at fara róliga fram við fyrst at brúka ein fingur, royna seg fram við fleiri fingrum og soleiðis gera teg/ kvinnuna klára til penetration av penis. Onkuntíð skullu fleiri royndir til og onkuntíð er neyðugt at hava sex saman uttan penetration av vagina fyri at venja seg til hvønn annan.

Eisini er gott við djúpum andadrátti fyri at slappa betur av í bækkenmuskulaturinum. 

Fyri at koma inn aftur á moyhinnuna, so er hetta ein slímhinnu-kransur uttast í vagina. Hendan hinnan hevur ymisk skab hjá kvinnum og kann verða meira tunn ella meira mótstøðug og dekka meira av skeiðini. Tað er ein misskiljing at moyhinnan skal ´speingjast´ fyrst ferð, ein hevur samlegu. Hinnan hevur longu hol í sær, hetta eitt nú fyri at mestruatiónblóð kann renna frítt. Ì sera fáum førum er hinnan meira mótstøðuførð ella heilt intakt. 

Eg vil ráða tær til at tosa við tín samlegupartnara og síðani at fara róligani fram. Um hesin trupulleikin heldur fram, so vil eg ráða tær til at fara til kommunulækna, sum kann gera eina undirlívskanning. Hjá nøkrum kann talan verða um sjúku (eitt nú svamp, kynssjúku, vulvodyni, PCO), sum tín kommunulækni kann kanna teg fyri.