Hey Hey
Takk fyri títt bræv.
Ráðgevingin hjá Barnabata er anonym. Tað vil siga, at vit vita ikki hvørji tey ungu eru, sum leita sær hjálp hjá Tú & Eg Ráðgevingini. Og av tí sama kunnu vit ikki boða nøkrum frá, ella siga nakað við tíni foreldur, um tú velur at tosa við okkum.
Tað sama er galdandi um tú ringir til ráðgevingina á 116 111. Har ber heldur ikki til at síggja hvør tað er sum ringir.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin