Drongur

Spurningur: Heeey tit :) Fyrst vil eg bara siga at hetta er ein super heimasíða og hon rular :) Men eg havi ein trupulleika. Tað er at foreldrini hjá mær hava als einki álit á mær, tí at tá eg var 11 og 12 ár leyg eg nokk so illa, men eg havi svori fyri teimum at eg ikki skuldi lúgva aftur og tað havi eg ikki. Og hvørja tí einastu fer tá okkurt er gali, koma tey til mín og spyrja meg nógvar spurningar um tað, ið er hent, og sjálvt um eg sigi sannleikan trúgva tey mær ikki. Og ofta noyðist eg at taka straff fyri tí sum eg als ikki havi gjørt. Til dømis nú ein dagin. Eg var noyddur at siga at tað var eg sum hevði tikið brennivín frá babba, tí um eg hevði sagt nei, so høvdu tey bannað mær at fara út, og eg hevði aldrin sloppi til vinir mínar. Tey hótta meg ofta at eg ikki skal lúgva, men eg royni at hótta aftur við at siga at eg fari slett einki gera við skúlan og vera ein bumsur, og sum oftast riggar tað. Men eg havi tankar um at renna langt vekk frá teimum og geva teimum ein seðil sum har stendur at eg havi gjørt sjálvmorð.. Eg havi slett ongan hug at búgva saman við teimum meir, tí at tey geva altíð mær skyldina fyri alt sum hendir. Eg hopi tit kunnu svara skjótt tí tað skuldi ikki undra mær at tey skuldu tikið interneti frá mær…

Góði drongur
Takk fyri brævið, deiligt at hoyra, at tær dámar heimasíðuna.
Tað ljóðar, sum tú hevur tað rættiliga strævið, eg skilji væl, at tú verður keddur, tá foreldrini ikki trúgva tær, tá tú sigur sannleikan. Tað ljóðar næstan, sum foreldrini ikki tora at stóla uppá teg, síðan alt tað, sum hendi tá tú vart 11 og 12 ára gamal. Soleiðis er tað ofta hjá okkum menniskjum, tað skal ikki so nógv til, at vit missa álitið á hvørjum øðrum, men tað tekur langa tíð at fáa álitið aftur.
Men tað er hart fyri teg, og sikkurt eisini særandi, tá tey ikki hava álit á tær. Hevur tú roynt, at sagt við tey, hvussu tað kennist, tá tey ikki stóla uppá teg? Tað er ikki vist, at tey vita, hvussu keddur tú verður. Kundi tú kanska fortalt teimum, at tú ert keddur av tí, sum er hent tá tú vart 11-12 ár, men at tú roynir at broyta tín máta at verða uppá, og hevur brúk fyri teirra álitið fyri at kunna gera tingini betur?
Tað kann eisini vera, at foreldrini ikki skilja, hví tú hevur logið fyri teimun, og tí heldur ikki skilja, hví tú ert givin við tí nú? Um tú kundi fortalt teimum eitt sindur um, hví tú fyrr føldi trongd til at lúgva, og so sagt hvat tað er, sum hevur fingið teg til at vilja gevast við tí, so var tað kanska lættari fyri tey at skilja, at tú veruliga meinar tað tú sigur. Líkasum loyva teimum at hoyra tína síðu av søguni.
Um tú heldur tað vera ringt at tosa við tey um hetta, so kundi tú kanska víst teimum brævið, sum tú hevur sent okkum og kanska eisini hetta svari sum tú fært nú, ella skrivað teimum eitt annað bræv, har tú fortelur, hvussu tú hevur tað og hvat tú hugsar. Legg brævið eitt stað har tú veist at tey sýggja tað og legg tað har eitt tíðspunkt, tá tú veist at tey hava tíð til at lesa tað. Ikki meðan tey standa og gera mat og lurta eftir útvarpi ella Degi og Viku, men kanska leggja tað á høvdapútuna hjá teimum so tey sýggja tað tá tey fara í song.
Tað er í hvussu so er ikki gott, at tú hugsar um at renna heimanífrá og gera sjálvmorð. Tað er heilt vist at foreldur tíni ikki vilja hava tað, og tí er tað gott hvis tú á ein ella annan hátt fær fortalt teimum hvussu tú hevur tað!
Vónandi hjálpir hetta tær eitt sindur. Tú kanst nokk vænta, at tað fer at taka tíð fyri foreldrini at finna útav, at tú faktiskt ert til at líta á nú. Men tað besta er at vera erligur, tí kemur man longst við.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin