Drongur 13 ár

Spurningur: Hey eg gangi í 7 flokki og okkara flokkur er ógvuliga ófriðarligur. Onkutíð verður onkur koyrdur oman til stjóran og tílíkt. Ein dagin tá vit vóru í skúla sleygi lærarin ein drong og hann fór at gráta. Er tað loyvt? Vit hava sagt tað fyri flokslærarinum men hann skítur á tað. Nú er tað dagligur kostur hjá hesum lærarinum sum sleygið hin dreingin at hótta viå at sláa og onkutíð slær hann!

Hey Drongur 13 ár.
Túsund takk fyri títt bræv. Fyrst er at siga, at tað er ógvuliga gott, at tú tekur hetta evnið upp – tú gert eina góða gerð fyri tínar floksfelagar og nógv onnur børn í Føroyum.
Tað skal beinanvegin sigast, at tað er IKKI loyvt at sláa ella at hótta við at sláa børn!!
Ráðini til tín eru: At tú beinanvegin fortelur tínum foreldrum hetta, og at tit saman seta tykkum í samband við skúlastjóran, soleiðis, at hann kann steðga hesum beinanvegin. Um harðskapurin ikki steðgar, ert tú vælkomin at skriva ella ringja til okkum aftur, so vit kunnu ráðgeva tær víðari. Góða eydnu!

Vinarliga