boyli

Spurningur: Pápi mín skeldar meg ofta, tí eg geri sovorið sum eg ikki skal. Ofta bíði eg bara við at fara heim, til eg veit at mamma og pápi eru farin í song. Men skal alíkavæl tosa við tey tá eg komi heim úr skúla dagin eftir, og tí tími eg aldrin at fara heim. Hvat skal eg gera? Eg fylgist næstan altíð við einum dreingi sum er 19 ár, vit eru ikki saman, men eru bestu vinir, men vit eru ofta saman í songini, havi aldrin havt samlegu, tí eg fái so ilt..
Fær man altíð ilt fyrstu ferð? bei bei

Hey boyli,
Takk fyri brævið – tað er gott at tú skrivar.
Tú sigur at pápi tín skeldar teg ofta fyri sovorðið, sum tú ikki skal gera. Nú veit eg ikki hvat tað snýr seg um, men tað er kanska slíkt sum tú sjálv heldur at tú ikki burdi gjørt?
Fyrst vil eg siga at eg skilji væl at tú ikki tímir heim, um tú verður skeldað ofta, tí eingin eigur at verða skeldaður. Men hinvegin so er tað har tú býrt, og í longdini hjálpir tað ikki at unngangast tíni foreldur.
Fyrr ella seinni mást tú tosa við tey, so kanska tú kundi roynt at gjørt eina avtalu um, at tú fegin vil tosa við tey ístaðin fyri at skelda. Tá man skeldar hevur man ikki stundir at lurta. Og skal man kunna tosa ordiligt saman, noyðist man at lurta eftir hvat hin hevur at siga, fyri síðani saman at finna eina loysn. Tú ert 15 ár og hevur rætt til at verða hoyrd og hava tínar egnu meiningar. Men tú ert eisini í einum tíðarskeiði, har kroppurin fer ígjøgnum eina rúgvu av broytingum, og lívið hevur nógv nýtt og spennandi at bjóða uppá. Foreldur fara eisini ígjøgnum nógvar broytingar tá børnini so líðandi blíva vaksin og vilja ráa vyir sær sjálvum. Tí er tað umráðandi, at tit royna at tosa og virða hvønn annan.
Til tann næsta spurningin vil eg siga, at tað er flott av tær, at tú hevur valt at bíða við at fara í song við tínum vini. Tú ert einans 15 ár og hastar ikki. At fara í song saman hevur eina stóra ábyrgd við sær, bæði viðvíkjandi tí at tú kanst blíva við barn, og at verja seg ímóti kynsligum sjúkum. Tað er sera umráðandi, at tú følir teg kláran og sjálv hevur hug til tað. Um man fær ilt? Tað er øgiliga ymist, ja fleiri fáa ilt fyrstu ferð, men tað finnast eisini tey sum ikki fáa ilt. Tú kanst lesa meiri um hetta á www.sexlinjen.dk
Annars ert tú vælkomin at skriva aftur, ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina tlf 116 111
Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin