Hvat skal eg gerða?

Spurningur: Hey eg eri ein drongur sum er 15 ár og eg eri heilt vekk í einarið gentu men hon leggur meira ella minni ikki í meg sum so. Eg dámi hana og havi følilsir fyri henni og vit eru góðir vinir men tað er ikki umvent… hon dámar ikki meg og sær meg meira ella minni bara sum ein vin, eg verði øgiliga lætt Jeloux um hon fylgjist við ørðum dreingum tí eg eri bangin fyri at hon og onkur annar drongur enn eg verða væl ella saman. Hava tit nøkur góð ráð til mín?

Góði tú,

Takk fyri brævið!

Tá ið mann er forelskaður, og hin persónurin ikki er forelskaður aftur, kann tað vera sera hart. Mann verður keddur, og sum tú skrivar, kann mann eisini gerast øvundsjúkur.

Vit hugsa, at tað er eitt gott hugskot, um tú roynir at fáa tær eina pausu frá teimum keðiligu kenslunum, sum tú gongur við. Eitt nú er tað eitt gott hugskot at halda eina pausu frá henni. Kanska ikki síggja hana so nógv, og/ella at steðga við at fylgja henni á teimum sosialu miðlunum. Altso, royn og ikki brúka tíð upp á at kanna, hvat hon ger ella hvørjum hon fylgist við. Men brúka í staðin tíðina upp á at gera ting, sum ger teg glaðan.

Tak ein dag í senn, so skal alt nokk laga seg aftur við tíðini.

Tað kann eisini hjálpa at tosa við onkran, um hvussu tú hevur tað. Tað kann t.d. vera ein góður vinur ella onkur í familjuni. Kanska kennir tú onkran, sum hevur uppliva tað sama sum tú ?

Vit hugsa, at tað er týdningarmikið at tú bara roynir at avlaga tínir tankar og brúkar tíðina upp á at gera ting, sum gera teg glaðan 🙂

Góða eydnu,

Tú & Eg Ráðgevingin