Acne

Spurningur: Eg havi strítts við acne í meira enn eitt ár nú. Eg havi fingið sera lágt sjálvsálit av tí. Hvørja ferð eg fari út í býðin, til arbeiðis ella í skúla, hugsi eg um mítt acne. Tá eg eri úti saman við fólki, royni eg altíð at goyma mítt andlit tí tað følist sum at øll hyggja eftir tí. Eg havi ofta havt dagar har eg bara havi sitið heima og gráti, tí at eg havi hildið at eg var ljótur av tí at eg hevði so nógvar bumsar. Nøkur fólk gera grin burtur úr mítt acne, tí tey halda tað vera stuttligt, men í verðuleikanum ger tað bara mítt sjálvsálit verri. Eg ansi sera væl eftir mínari húð, men atlíkavæl blívi eg við at fáa bumsar (tí tað er “genetic”). Leggja fólk væl merki til mítt acne, ella yvirhugsi eg tað?

Hey tú,

Túsund takk fyri brævið!

Tað ljóðar, sum at títt akni veruliga gongur tær nær.

Tað er gott at hoyra, at tú ansar væl eftir húðini hjá tær.

Eg eri sera hørm um at hoyra, at onnur gera gjøldur við tínari akni. Mann velur ikki sjálvur, um mann fær akni, og tað er ongantíð stuttlig fyri tann, sum fær tað. Tú skrivar, at tú goymir títt andlit og onkuntíð situr heima og grætur – tað harmar meg at hoyra.

Tú spyrt, um fólk leggja merki til, at tú hevur akni, ella um tú hugsar ov nógv um tað. Eg haldi, at sjálvt um summi fólk ikki hugsa seg ov væl um og siga ljót ting, so hugsa tey flestu fólkini ikki um, at tú hevur húðtrupulleikar. Eg trúgvi heldur ikki, at tú sjálvur hevði dømt nakran fyri at hava akni.

Hvussu er við tínum vinum? Kundi tú kanska tosa við teir um hetta? Kanska teir kundu hjálpt tær at komið spakuliga út aftur. Kanska tú finnur dirvið og kann koma til eitt stað, har tú ikki áhaldandi hugsar um tína húð. Tað er nevniliga sera harmiligt, um tú letur tína húð steðga tær við at hava stuttligar og góðar løtur.

Tú kundi eitt nú hugsa um, hvørji ráð tú sjálvur hevði givið øðrum, sum eru í somu støðu sum tú. Og síðani brúkt tíni góðu ráð sjálvur. Tað ljóðar kanska undarligt, men tað vísur seg, at vit duga væl at hjálpa øðrum, men ikki so væl at hjálpa okkum sjálvum. Prøva og lat sum um, at tú skal ráðgeva onkrum øðrum, kanska tú verður ovfarin av, hvussu góð ráðini eru.

Eg haldi, at tú eisini kundi roynt at tosa við foreldur tíni um hetta. Tú skrivar at tað er “genetic”, meinar tú tá, at onkur í familjuni eisini hevði akni sum ungur? Kanska kundi tú fingið góð ráð til hvat riggaði fyri tey, kanska tað sama riggar fyri teg? 

Tað eru nógv ung, sum hava somu húðtrupulleikar, sum tú lýsir meðan tey kynsbúnast. Tað fer burtur við tíðini. Eitt gott praktiskt ráð er, at minka um sukur inntakið og drekka ríkiligt av vatni. Er trupulleikin við akni stórur og minkar um tína lívsgóðsku, ber eisini til at fara til kommunulækna fyri at fáa hjálp. Nú veit eg ikki hvussu ringt títt akni er, men tað er eisini ein møguleiki, kanska tú kundi roynt tað?

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin