Mamma mín lurtar ikki eftir mær

Spurningur: Hettar fer at ljóða snedugt. Mamma kemur allatíð og blandar seg uppí mítt lív. T.d. í gjár kom hon har eg og mínar vinkonur arbeiddu við okkara verkætlan, og hon byrjaði at rudda fyri okkum, eg standi næstan og skráli eftir at hon skal steðga og fara heim. Eg sigi at vit IKKI vilja hava hjálp, men hon er líka glað. Hettar ger hon altíð. Eg fái ikki frið við mínum vinum. Og eg haldi sjálv at tað er eitt sindur flovusligt, sjálvt um eg ikki eri typan sum heldur at tað sum onnur gera er flovusligt hjá mær, men hettar er virkuliga. Tí eg plagdi at leingjast heim, og fekk ikki sovið aðrastaðni, men tad havi eg vunnið yvir nú. Men ja, so halda øll at eg eri ein fucking mammurumpa, tá ið mamma altíð kemur til øll tiltøk sum eg og mínir vinir hava gjørt. Og tavaguð hon veit val at eg hati tað. Tað er komin til tí støðina, at eg sigi niðurgerandi ting til hana fyri at fáa hana til at skilja, at eg hati tað sum hon ger, men hon verður sjáldan rørd av tí. Eg haldi í hvussuer at hettar er eitt problem, tað oyðileggur virkuliga fleiri løtur, og eg fái ikki slappa av tá ið ein bilur koyrir uttanfyri, um tað er mamma sum kemur við suppu ella okkurt. Tað ljóðar sum hon roynir at vera fitt, men eg skilji virkuliga ikki poengi. Eg literally skráli til hana at hon skal steðga við altíð at koma, men hon skídir á tað. Mínar vinkonur siga eisini at tað er nokkso snedugt, tað sum mamma ger, tí at man sær at eg ikki vil hava at hon skal hjálpa, eg veri svøk, eg veit ikki hvat tað er hon vil, hon brúkar óneyðugta orku og veit enntá at eg verið svøk tá ið hon ger tað. Og tá ið eg royni at tosa við hana um hettar, t.d. í dag, so sigur hon bara at hon ger einki gali, og hon roynir at hjálpa. Eg sigi at hon ikki lurtar eftir mær uppá ein ordiliga keddan máta, men hon fatar tað ikki. Eg klári hettar ikki longur. Eg fari sikkurt eisini til phsycolog, men ja, hettar vildi eg bara hava svarað skjótast gjørligt. Hettar er ein ordiligur trupuleiki though, eg siti og gráti beint nú. (Idk um eg eri ekstra følsom ella okkurt)

Góða genta

Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú skrivar til okkara um tínar trupulleikar við mammu tíni. Vit halda als ikki, at tú ert “ekstra følsom”, sum tú sjálv ert bangin fyri. Vit skilja, at tað er torført hjá tær at siga frá, og at tú følir, at tað verur ikki lurtað eftir tær.

Tá mann gerst tannáringur, vil mann ofta ikki at vera so nógv saman við foreldrum longur. Tá eru tað ofta onnur ting, sum fylla meira, eitt nú skúli, vinir, frítíðarítriv og mangt annað. Soleiðis ljóðar tað eisini, at verða fyri teg. Serliga, tí tú skrivar, at tú fyrr var bangin fyri at sova úti, men nú er vaksin frá tí. Kanska er mamma tín ikki vaksin líka skjótt frá tí, sum tú ert.
Tí kann hjálpin, sum mamma tín gevur tær, í dag bara kennist sum at mamma tín blandar seg ov nógv.

Tú gert greitt, at tú vil hava meira pláss og frírúm, tað er sjálvandi heilt ok. Men veitst tú av, at mamma tín hevur ábyrgdina og rætt til at uppala teg, soleiðis sum hon sjálv heldur vera best? Hon hevur eisini ábyrgdina av at ansa væl eftir tær. Tað ljóðar sum, at mamma tín roynir alt hon kann, at ansa væl eftir tær og vil tryggja, at tú hevur tað gott. Tað er deiligt. 

Men tað er týdningarmikið at finna javnvágina í millum títt privatlív og leiklutin hjá mammu tíni. Mamma tín hevur ábyrgdina av tær, men hon skal eisini virða tíni mørk. Visti tú av at tað stendur í Barnarættindasáttmálanum at tú hevur rætt til eitt privatlív, eisini har tú býrt? 

Vit halda, at tú dugir væl at greiða frá tínari støðu í brævinum. Tú dugir væl at greiða frá, hvussu tað kennist fyri teg, tá mamma tín blandar seg ov nógv. Viðhvørt er tað soleiðis, at foreldur mugu fáa okkurt at vita fleiri ferðir, áðrenn tey skilja tað. So kanska kundi tað verið ein møguleiki hjá tær at tosa við hana aftur? Kanska tú kundi víst henni brævið, tú hevur skriva til okkara saman við svarinum frá okkum? Torir tú tað?

Um tú følir, at mamma tín ikki lurtar eftir tær, halda vit, at tú kundi tosa við ein lærara, um hvussu tú hevur tað? Kanska lærarin kundi ringt til mammu tína og tosa við hana, um at geva tær eitt sindur meira luft og frírúm. 

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á tlf. 116 111, um tú vil práta meira. Tað er ókeypis at ringja, og tú ert dulnevnd.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin