Foreldur

Spurningur: Eg havi brúk fyri hjálp. Mamma og pápi hvørki roykja Ella drekka tey stoppaðu ta tey finguð stóra sistur mína og hava altíð veri góð foreldur. Men nú eru tey byrja at skeldast eitt sindur og eg síggji á mammu at hon onkuntíð blívur sindur kedd. Tey skeldast ikki framman fyri okkum men hoyri tey niður undur eg havi tosa við tey um tað og tey blíva kedd ta tey síggja meg keddan og siga at tey eru blívin vinir aftur men tað hendur inn í millum at tey skeldast. Haldi ikki tey vita av at eg hoyri tey og onkun tí tosa tey heldur ikki saman morgun eftur. Eri eisini bangin fyri at tey fara at skiljast tí tað hendi fyri mína bestu vinkonu. Veit ikki um eg geri for nógv burtur úr tí men hopi eg fáði eitt svar

Hey genta 12

Takk fyri títt bræv.

Flest øll foreldur skeldast inn í millum. Onkur duga væl at goyma tað til børnini eru úti, ella tey eru sikkur í at eingin hoyrir. Onnur leggja ikki í um onnur hoyra. Felags er, at flest øll foreldur skeldast, meir ella minni.

Eg skilji væl tín ótta um, at tú hugsar at tey fara at skiljast, men eg haldi ikki tú skalt stúra fyri tí. Um tú vilt, so kundi tú tosað við ein teirra, tá tit eru einsamallar/einsamøll um tínar tankar. Kanska er tað lættari enn tá øll eru saman.

Bestu ynskir

Tú & Eg Ráðgevingin