Ilt í hjartanum

Spurningur: Hey eg havi tað ikki so gott. Eg haldi eg havi fíngi, Angina Og Hjarta problemur eg missi ondina ravuliga lætt nú eg vakni onkuntíð við øðiliga pínu í bringuna, eg havi eisini svíma tværferð. Einaferð gjørdi ein drongur hjartamassagu men tað vær tvatl, men eg føldi eit brak í bringuna og svímaði av tíð. og einaferð eg rann á vøllinum og svímaði eg rann ikki langt, eg eri ravuliga keddur og hugsi allaðtínar eg klári ikki at sova ordiligt og øll teknini fyri stress og Angina

Hey drongur 13

Takk fyri brævið.

Hasi tekinini ið tú tosar um haldi eg at tú burdi fingið kanna. Tosa við onkran um tað, um tú ikki vilt fara til lækna sjálvur. Tað er als ikki sikkurt at tað er nakað at verða bangin um, so ikki stúra.

Nummar til læknar kunna verða torfør at finna um tað er fyrstu ferð tú skalt ringja. Her er eitt yvirlit yvir kommunulæknar í Føroyum.
Um tað er eftir viðtalutíð, tað vil siga eftir at kommunulæknin tekur telefonina, so ber til at ringja 1870 sum er Læknavaktin. 

Tá tú ringir til Læknavaktina fært tú samband við lækna ella sjúkrarøktarfrøðing, ið biðja teg siga sær frá sjúkueyðkennunum. Læknin/sjúkrarøktarfrøðingurin metir síðan um støðuna, um góð ráð eru nøktandi, ella tað er best at koma til nærri kanningar á Læknavaktini ella á sjúkrahúsi.
Tú fært tíð, hvussu og nær tú skalt møta, um so er.

Í serligum føri kann læknin meta, at best er at fáa koyrilæknan á heimavitjan.

Góðan bata

Tú & Eg Ráðgevingin