Eg veit ikki hvat eg skal gera

Spurningur: Eg havi kent meg sera tungan í huga í langa tíð. Eg tosaði við heilsusystrina hjá mær fyri uml. einum árið síðani, og tað endaði við at vit høvdu ein fund við mínum foreldrum. Síðani tá, hevur verið ætla, at eg skuldi tosað við læknan um at sleppa til sálarfrøðing. Men tað gongur ongan veg. Eg kenni tað sum eg bara fái tað verri og verri, og eg klári illa nokk gjøgnum dagin. Eg havi, sum eg eri troytt av lívinum, og bara bíði eftir at doyggja. Eg havi roynt at tosað við mammu mína, men hon sigur bara at vit skulu bíða, men eg veit ikki hvussu leingi eg kann bíða afturat.

Góða tú

Eg haldi at tað er ordiliga keðiligt at tú hevur tað so svárt, og at tú kennir teg so tunga í huga. Sum tú fortelur, so hevur tú søkt tær hjálp, við at tosa við heilsusystrina, og tit hava saman tosað við tíni foreldur, um hvussu hesin trupulleikin kann loysast, og tað er ordiliga gott. Tað er gott at tey vaksnu rundan um teg vita, at okkurt er áfatt, og at tú ert tung í huga, og eisini royna at hjálpa tær við at fáa tað betur.

Tíverri, so kann tað ofta taka langa tíð at sleppa til td. ein sálarfrøðing. Um tit hava verið hjá lækna, og nú bíða eftir at fáa eina tíð hjá einum sálarfrøðingi, so er onkur hjalp ávegis. Tit kundu kanska roynt at vent tykkum til læknan aftur, og fortalt at tú enn hevur tað svárt, og at tú hevur tørv á hjálp beinaveg.

Annars vil eg ráða tær til at tosa við heilsusysturuna aftur. Nú er tað eitt ár síðan at tit tosaðu saman seinast, og tað hevði kanska verið gott at fingið vent hesum við henni aftur. Fortel henni hvussu tú hevur tað, og at tú enn ert tung í huga, og at hetta bara er blivið verri seinasta árið. Møguliga tað hjálpir at tosa við hana, og møguliga kann hon aftur innkalla til fund saman við tínum foreldrum, fyri at finna útav hvussu tey saman kunnu hjálpa tær ígjøgnum hesa tíðina, til tú fært tíð hjá einum sálarfrøðingi.

Eg ynski tær alt tað besta.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin