Tann kedda gentan

Spurningur: Hey, eg havi problemir…
Mín besta vinkona hatar meg..='( Hon sigur, at tað er mín skyld, at tað bleiv liðugt við sjeikin, og nú fuckar hon alt upp..
og eg veit ikki, hvat eg skal gera…

Plizz hjálp…

Góða tú, sum ert kedd!
Eg siti og hugsi um, hvat er hent, sum ger, at tín besta vinkona hatar teg.  Tú sigur, at hon sigur, at tað er tín skyld, at tað bleiv liðugt við sjeikin. Men tú sigur einki um hvat tað er sum ger at hon heldur tað, og um tað er satt sum hon sigur, ella um tað er ein misskiljing?
Tað eru nógvar misskiljingar, sum hava oyðilagt nógv góð vinarbond, og tað er spell, tí teir bestu vinirnir eru gull verdir.
Royn at finna út av, hvat tú kanst gera fyri at koma í samband við hana aftur, so at tú kanst greiða henni frá, hvat er hent, og at tú ert kedd um støðuna, og so hon kann greiða frá hvussu hon hevur tað. So tað fyrsta tú kanst royna at gera, er at tosa við hana.
Um tú hevur sárað hana so nógv, at hon ikki vil tosa við teg nú, mást tú vera tolin við henni og bíða, til hon er til reiðar at koma til tín at tosa.

Góða eydnu við tí!

Bestu heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin