Føst i lívinum

Spurningur: Hey. Eg eri 15 ára gomul. Eg havi gjørt nakað sum eg angri mega nógv. men tað situr allatíð inni i mær, og tað ger at eg fái lágt sjálvsálit. Eg hati meg sjálva, eri bangin og tori ikki vísa meg. Eingin veit av hesum. Hvat kann eg gera fyri at sleppa burtur ur hesari støðu? Vinarliga heilsan tann bangna

Góða genta,
Um tað er okkurt, ið tú hevur gjørt ímoti einum øðrum persóni kanst tú geva viðkomandi eina umbering, men tað er ógvuliga torført hjá mær at hjálpa tær við hesum spurningi, tí eg ikki veit, hvat tað er, ið tú hevur gjørt. Umráðandi er tó at tú veist, at vit øll gera feilir og hetta definerar ikki hvør vit eru sum persónar, og tí kanst tú eisini royna at leggja tað afturum teg og miðja ímoti, at tað ikki hendir aftur.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin