Ein í mínum flokki

Góða genta, Takk fyri brævið:) Tú skrivaði, at tú ert barasta so forelska í dreinginum. Heldur tú kanska, at hann følir tað sama fyri teg? Ein góður møguleiki er, bara at siga við hann, hvussu tú hevur tað. Kanska følir hann tað sama fyri teg? Um tú ikki torir at siga tað, kanst tú geva […]

Eg veit ikki um eg verið manipulera

Góða tú, Takk fyri at tú skrivar til okkara! Tað kann vera deiligt at hava ein sjeik, men hann skal viðra teg og tíni mørk! – Tað ljóðar, sum hann ikki ger tað. Tú skrivar einki um, at tú ert góð við hann, ella at tú ikki vil missa hann, men tað gangi eg útfrá, at tú ert. So eg […]

Hvat skal eg gerða?

Góði tú, Takk fyri brævið! Tá ið mann er forelskaður, og hin persónurin ikki er forelskaður aftur, kann tað vera sera hart. Mann verður keddur, og sum tú skrivar, kann mann eisini gerast øvundsjúkur. Vit hugsa, at tað er eitt gott hugskot, um tú roynir at fáa tær eina pausu frá teimum keðiligu kenslunum, sum […]

Kærleiki

Góða genta, bara rólig, tú ert púra normal og tú skalt als ikki føla teg sum ein “idiot”, sum tú orðar teg. Tú skrivar, at tú ert 13 ár, tað vil nokk siga, at tú er væl á veg inn í tannárini. Tað er sera vanligt, at kenslurnar flúgva víða og høgt, tá ein gerst […]

Kærleiki

Hey Hey Tað fyrsta eg hugsi tá eg lesi títt bræv er: Hugsa tú bara um teg sjálva í eina løtu 🙂 Tú skrivar at tú einki hevur ímóti at bíða við at fáa ein sjeik. So eg haldi longu at tú hugsar sera skilagott. Tá eg so lesi títt bræv ordiligt ígjøgnum síggi eg […]

Eg vil hava sex

Hey og takk fyri títt bræv. Tað er sera vanligt at ein hevur hug til at hava sex, tá ið ein er tannáringur. Tað er sera ymiskt millum okkum øll, bæði gentur og dreingir nær vit føla okkum heilt til reiðar. Tað er sera umráðandi, at báðir partar ynskja tað sama og harvið siga ja […]

Troyt at hugsa um sama drong allatið

Hey tú 🙂 Takk fyri brævið. Tað er ikki altíð lí­ka lætt, tá ið ein er forelskaður. Man kann skjótt ivast – ivast um seg sjálvan og tann sum man er forelskaður í­. Tað er flott at tú tosar um tí­nar kenslur og spyr spurningar, tá ið tú ivast. Tú skrivar, at hann sigur við […]

Eg havi bruk fyri vegleiðing

Hey! Takk fyri brævið. Tað ljóðar til at tú veruliga er harmur um støðuna. Tú vil bara gjarna verða saman við henni aftur – vit skilja tínar kenslur.  Tíanverri hendir tað viðhvørt, at vit menniskju gera eitthvørt, sum ikki er ókey fyri báðar partar í einum parlagið. Vit eru øll ymisk, og vit halda og […]

Hvat skal eg gera?

Hey Genta, 14 ár Takk fyri títt bræv, Eg skilji væl at tú hevur nógvar spurningar. Tað er ikki altíð so lætt við kenslum, serliga tá ið man ikki veit hvat hin hugsar og følir. Eg haldi ikki at tú skal hugsa so nógv um hvat onnur fara at siga, hugsa tú bara um hvat tú […]

Snapchat

Takk fyri títt bræv. Eg skilji væl at tað er keðiligt at hava brúkt so nógva tíð uppá at fáa streak til knappliga at einki hoyra frá honum. Tá ið tit búgva í hvør sínari bygd og ikki hava møguleika fyri at møtast, Face to face, er tað ikki so lætt at vita hvat hin […]