Takk fyri títt bræv.
Eg skilji væl at tað er keðiligt at hava brúkt so nógva tíð uppá at fáa streak til knappliga at einki hoyra frá honum. Tá ið tit búgva í hvør sínari bygd og ikki hava møguleika fyri at møtast, Face to face, er tað ikki so lætt at vita hvat hin hugsar. Tá man einans hevur samband á SnapChat, hevur tað ikki eina líka stóra sosiala avleiðing at steðga við at tosa við onkran, fyri tann sum steðgar tí. Men fyri tann sum knappliga ikki fær svar longur, følist tað kanska verri. Eg skilji væl at tú er frustrerað, tí at tú kann jú ikki vita hvat hendi.
Mítt ráð til tín er at ikki senda honum fleiri Snaps. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til at hann ikki opnar snappin hjá tær. Kanska føldi hann at hann var ov nógv á telefonini, og hevur avmarkað nýtsluna. Ella, kanska tímir hann bara ikki at snappa við teg meira, hetta kunnu hvørki tú ella eg vita. Men eg hugsi at, um hann vil snappa til tín, so ger hann tað.
Tak tú tað bara sum tað kemur, kanska skrivar hann knappliga til tín ella kanska gloymir tú hann.
Góða eydnu,
Tú & Eg Ráðgevingin