forvirrandi/RASISMA

Hey tú. Vit hava fyngi tvey brøv inn samstundis sum líkast nógv, tí hava vit lagt tey saman í eitt svar. Hin spurningurin var: “kallar meg nigga og tað er frekt” Tað vóru tvey nøvn í brævinum, hesi hava vit tikið burtur, tí at vit ynskja at øll sum skriva inn til okkara eru dulnevnd 🙂 […]

Eg veit ikki

Góði Tú Tað er anonymt Tá ið tú ringir ella skrivar til Tú & Eg Ráðgevingina kunnu vit ikki síggja hvør tú ert. Tað merkir at vit ikki kunnu spora nummari, ei heldur telduna skriva verur frá. Tær nýtist ikki at fortelja okkum títt navn, og ráðgevarnir siga heldur ikki sítt navn. Tað sæst ikki […]

Stick ‘N’ Poke (heimagjørd tattovering)

Góði Tú Fyrst av øllum, takk fyri brævið. Hatta tú og vinmaðurin hava gjørt ljóðar ikki so skilagott. Um fremmandalikam og annað óreint kemur inn í okkara blóðskipan, so kann hetta geva keðilig árin. Her vilja vit sterkt ráða tykkum til, at fara til kommunulæknan, fyri at meta um hvat skal gerast við hetta, um […]

Eg vil hava sex

Hey og takk fyri títt bræv. Tað er sera vanligt at ein hevur hug til at hava sex, tá ið ein er tannáringur. Tað er sera ymiskt millum okkum øll, bæði gentur og dreingir nær vit føla okkum heilt til reiðar. Tað er sera umráðandi, at báðir partar ynskja tað sama og harvið siga ja […]

Kveikjandi sálarsjúkur

(Seint svar. Við umbering) Góða Genta Takk fyri títt bræv Sum eg skili so venur tú 5 dagar um vikuna, hevur arbeiði umframt skúlagongd. Eftir mínum tykki er hetta sera nógv tú tekst við. Børn og ung hava øll rætt til frítíð og spæl, og tað er umráðandi at man onkuntíð bert hevur seg og […]

online chat

(Seint svar. Við umbering) Hey Hey. Tað hevur verið eitt sindur ójavnt hvussu kjatttin hevur havt opið, men tú kanst altíð fáa hjálp og vegleiðing rættstundis, um tú ringir til Tú & Eg Ráðgevingina á 116 111. Tað er anonymt (dulnevnt) tað vil siga, at vit síggja ikki hvør tað er sum ringir. Tað kostar […]

Ein spurningur..

Góða tú Takk fyri títt bræv og tað er deiligt at hoyra at tú er klár til at fáa hjálp. Í løtuni hava vit eyka opið um kvøldanar, hvørt kvøld frá kl 20 – 22. Vit vóna at hoyra frá tær, Tú & Eg Ráðgevingin

Pengar

(Seint svar. Við umbering) Góða Genta Takk fyri títt bræv. Uttan at kenna til neyvu støðuna, vil eg siga, at hatta ikki er rætt framfarið. Tá ið talan er um børn (0-17 ár) hava foreldrini ábyrgdina av børnunum, og ábyrgd av at hjálpa teimum at halda skil á eitt nú teirra pengum, men nú gentan […]

Veit ikki Hvat eg skal gera

Góði Tú Takk fyri títt bræv. Tað er eitt sindur trupult hjá okkum at koma við fleiri góðum ráðum, tá ið vit ikki vita nakað um hví tú grætur. Tá ið vit gerast tannáringar er tað nógv ymisk sum mennist í okkara kroppi. Okkara kenslur broytast eisini og sostatt kunnu vit reagera annarleiðis enn vit […]

Fortnite

Góði drongur Fyrst av øll vilja vit takka fyri títt bræv. Við spølum, eins og nógvum øðrum kann ein gerast tengdur. Tað vil siga at tað er torført at steðga. Tað kann verða at tú hevur tørv á hjálp við at steðga, og tá er gott at tosa við foreldrini um hetta. Tá ið ein […]