Góða xxxxx
Eg skilji væl, at tú ert særd og kedd av tí sum vinkonan hjá tær hevur gjørt, tí hatta var óneyðugt. Tað hendir nokkso ofta, at tveimum vinkonum dámar tann sama drongin, og tað er ringt at siga hvat ein skal gera í tí støðuni. Men at særa sínar vinir við vilja skal man lata vera við. Tað besta í eini tílíkari støðu, er nokk at semjast um, at drongurin má ráða hvørja hann vil hava, og at man roynir ikki at blíva óvinir av einum forelskilsi. Tí forelskilsini hava lyndi til at koma og fara, men eitt vinarlag kann vara leingi!
Tað sum tú skalt hugsa um nú, er um hendan vinkonan er ein sum tú vilt hava sum vinkonu, um hon er tað verd? Kanska finnur tú útav, at hon ikki er ein góð vinkona, og so kanst tú royna at finna tær onkra aðra, ella halda teg til hinar vinkonurnar sum tú hevur. Men kanska heldur tú kortini at hon er fitt, og vilt hava hana sum vinkonu? Um so er, so haldi eg at tú burdi víst henni hetta brævið, sum tú sendi okkum, og fortalt henni at hon særdi teg. Tí er hon ein góð vinkona innast inni, so sigur hon orsaka, tí man skal vera góður við sínar vinir, sjálvt tá tað er ringt!
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin.