Voks

Spurningur: Heeej hvussu brúkar man voks?

Hey.
Voks brúkar man til at royta kropshárini av við. Man fær ymisk sløg av voksi. Tað eina slagið eru lidnir strimlar við voksi á, sum man klistrar á húðina, og so hálar av. Man fær eisini voks, sum man hitar (t.d. í mikroovni), áðrenn man smyr tað á húðina, leggur toy strimlar á, og so hálar hárini av. Man fær eisini krem til at fjerna hár við. Hetta smyr man á húðina, letur tað vera á eina løtu, og skavar so við einum pinni bæði hár og krem av aftur.
Óansæð um tú brúkar krem ella voks, so stendur tað á pakkanum hvussu tú ger. Og minst endiliga til at lesa væl hvat stendur á pakkanum. Tú kanst eisini spyrja teg fyri í handlinum har tú keypir hesa vøru. Tey sum arbeiða í slíkum handlum kunnu vegleiða tær í hvussu tú brúkar tey ymsu sløgini av voks.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin