Góða genta.
Tað ljóðar sum vinkona tín veksur upp í einum heimið, ið er merkt av harðskapi og misnýtslu. Hetta er ógvuliga hart og ótrygt, tí er tað als ikki undarligt, at hon ikki hevur tað gott. Um eitt barn ella ein ungur veksur upp í harðskapi, so verður hesin ikki røktaðu av foreldrum sínum, soleiðis sum foreldur eiga at røkta síni børn. Við øðrum orðum, er man úti fyri umsorganarsviki og hetta er álvarsligt.
Tað ljóðar á tínum brævið sum, at mamman fer at gera okkurt við støðuna. Tað er eingin ivi um, at tað besta hevði verið um vinkona tín kom burtur úr støðuni, sum er í heiminum, men tað er ikki nakað, ið ein sum vinkona kann gera nakað við. At vaksin fólk velja at vera í einum harðskaps raktum parlagi er ikki tín ábyrgd. Tað sum vinkona tín upplivir í sínum heimið er slett ikki í ordan, og her eigur vend at koma í beinan vegin. Sum vit skilja á tínum brævið, so er hon útsett fyri báði sálarligum og kropsligum harðskapi, sum møguliga eisini er grundin til at hon hevur eina sjálvskaðandi atferð.
Vit vilja ráða tær til, at boða frá hjá barnaverndartænastuni ella hjá tykkara flokslærara, um hvat tað er, ið fer fram. Einki hendir við at ringja og tær nýtist ikki at siga hvønn talan er um. Barnaverndartænastan hevur sosialráðgevar, sum gentan og familja hennara kunnu tosa við. Tú kanst sjálvandi eisini seta teg í samband við tey og fáa hjálp. Tú behøvist ikki at siga hvør familja talan er um, so tað hendir einki, hvørki við tær ella tínari vinkonu, um tú bert ynskir at tosa við tey um tað tú hevur uppliva. Nú vita vit ikki hvar í Føroyum tú býrt, so vita vit ikki júst hvørja barnaverndartænastu tú skal ringja til, men inni her http:www.bvs.foDefault.aspx?ID=147 sært tú upplýsingar um barnavernduna í tínum øki.
Tað kann væl verða at vinkona tín ikki ynskir at tú gert hetta, men sum tú so væl greiður frá, so hevur tín vinkona tað als ikki gott. Um hon skal fáa tað betri, sum hon hevur fullan rætt til, so má okkurt henda.
Tú er sjálvandi vælkomin at ringja til okkara skrivstovu á 116 111. So kunnu vit hjálpa tær og tínari vinkonu at koma víðari við hesum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin