Vemmiligt hár

Spurningur: Heyhey :) Hetta er ikki beinleidis ‘problemir’ eg havi!! men kanska .. atladi bara at spyrja .. mítt hár er blivi alt ov turt og vemmiligt fyri tíduna, ella tad hevur veri sindur leingi sodan! eg litadi tad ljóst einaferd, so tad var sterkt fyri hári! eg havi ofta keypt sovori hár produktir og sovorigt sum plagar at hjálpa uppá tad! men hvørjaferd eg koyri tad á, missi eg bara meir og meir hár av! eg koyri ikki ov nogv á! tad er rattuliga iriterandi, eg kann ongantid gera naka vid hári, tad er so stívt, rattuliga vemmiligt at hava tad leyst, so tad er ikki serliga pent!! hvat skal eg gera vid tad? vita tit nakrar bestemtar hárkurdar sum kanska hevdi hjálpt?? :) eg havi ikki lita hári langa tíd, sídan hári bleiv so ..

Hey og takk fyri brævið!
Tú  spyrt, hvat tú skal gera, tí títt hár er turt og vemmiligt. Eisini sigur tú, at tú hevur roynt at koyra ymiskt í hárið, sum ger, at tú missir hár. Haldi at tað ljóðar løgið, at tú missir hár av tí, sum tú koyrir í. Keypur tú hárkur frá einum frisøri? Eg vil ráða tær at biðja um tíð hjá einum frisøri, kanska best um tað er ein, sum arbeiðir við vistfrøðiligum evnum. Greið honum frá um tín trupulleika við tínum hári, og bið hann ráða tær til, hvat tú skalt gera. Hann hevur sikkurt onkur góð ráð at geva tær, og væntandi okkurt gott til at røkja títt hár við, sum fer at betra um tað. Eisini er møguligt at fáa frisørin at koyra ein góðan kur í hárið hjá tær.

Góða eydnu!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin