Vandinmøguleikin

Spurningur: hvussu stórur er vandinmøguleikin fyri at gerast við barn, um man hevur havt menstration stutt síðan? -hvussu stórur er vandinmøguleikin um tað bara er “høvdið”?     Tú & Eg Ráðgevingin  

Hey og takk fyri spurninginum, sera viðkomandi!
Um ein ung genta fer i song við(hevur samlegu) stutt aftaná, at mánasjúkan er liðug, er vandin stórur fyri at gerast við barn. Tvær orsøkir eru: eggloysing kann vera tíðliga ella mitt í og eisini seint i mánaðanum. Her tosa vit um mánasjúku syklusmánaðinum. Hin orsøkin er, at sáðið kann liva í lívmóðrini, eggjaleiðaranum ella í búkholuni í fleiri dagar. Tað eru soleiðis sera góðar grundir fyri at brúka fyribyrging. Um fyribyrging ikki hevur riggað, t.d. hítin hevur ligið á náttborðinum og ikki komin á, so minst til angribollar, sum kunnu keypast á Apotekinum í hondkeypi. Hevur ein genta fastan sjeik, er nógv best at brúka p-bollar, p-ring ella spiralsnyril. Í dag halda kvinnulæknar, at gentur, sum ikki hava verið við barn eisini kunnu brúka snyril.

Heilsan