Vaksin, men tó

Spurningur: Hey, eg eri ein ung kvinna, sum eri sera kedd av einum arri, sum eg havi í andlitinum. Tá eg var yngri hevði eg sera ringa húð (akna) og tað er nokk har arrið er av. Nú vil eg fegin fáa tað fjerna. Noyðist eg at fara til læknan hjá mær ella kann eg henvenda meg beinleiðis til eina klinikk sum fæst við tílíkt? Eg skal uttanlanda skjótt…kann eg fáa tað gjørt har uttanum mín lækna? Veit ikki hvønn eg skal spyrja so eg spyrji tykkum:-)

Hey hey!
Tað ber til at taka burtur arr av andlitinum. Tað eru ymiskar viðgerðarstovur, ið fáast við slíkt, men tað kann lættliga gerast dýrt. Um tú fert til læknan, kann tað vera, at sjúkrakassin kann gjalda ein part av viðgerðini. Læknin kann helst upplýsa tær, um tú kanst fáa tað gjørt í Føroyum ella uttanlands. Um hann ikki veit, kann hann vísa tær til onnur, ið kunnu svara tær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin