Troytt

Spurningur: hey hey ‘ 
eg havi eina mega góða vinkonu, eg haldi hon er so fitt og alt hettar her’
men tað virkar sum um at hon er við at blíva troytt av mær ella okkurt, hon er bara ikki líka sum fyrr? 
eg vil ikki missa hana ella nakað, so hvat halda tit at eg skal gera ? :(

Góða ‘genta 13 ár’
Takk fyri brævið. Tú skrivar um eina vinkonu, sum tú ert ógvuliga glað fyri. Tað er virkuliga gott, at hava eina góða vinkonu, og tú vilt gjarna varða um tykkara vinarlag.
Men tað virkar sum at okkurt er broytt. Tað er ikki sum fyrr. Hevur tú tosað við vinkonuna um at tú heldur, at alt er ikki sum fyrr? Um ikki, so kanst tú royna tað. Tað hjálpir ofta at tosa um tað. Tí kanska kennir hon tað ikki júst sum tú.
Tit eru eisini í einum aldri, har sum nógv hendir og nógv broytist, og tað gera tit eisini. Tit fáa onnur áhugamál, onnur ítriv o.sfr. Tað kann verða so nógv. Tað er eisini nógv sum broytist rundanum tykkum. Tí er tað umráðandi hjá tykkum at tosa um tingini, so tit finna útav hvar tit hava hvørja aðra. Tit broytast vist ikki líka, og hóast tit kanska broytast í tannárunum, so nýtist tað ikki at ávirka vinarlagið. Tað verður kanska bara øðrvísi enn tað hevur verið.
Vónandi fáa tit eitt gott prát.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin