Góða genta! Tað munnu vera tey flestu, ið halda tað verða keðiligt at fara til undirlívskanning. Tað er nokk ikki nakað, ið ein soleiðis venur seg við. Tær regluligu undirlívskanningarnar byrja, tá ein er blivin 25 ár. Tá fær ein eitt bræv sendandi við postinum um at koma til lívmóðirhálskanning. Eftir tað skal ein kannast triðja hvørt ár. Nakrir kommunulæknar gera undirlívskanning, tá ein genta hevur tikið p-bollar í eina tíð. Annars skal ein bert fara til undirlívskanning, um ein hevur illgruna um kynssjúku ella annað, sum skal viðgerast, sum t.d. sopp ella bruna í undirlívinum. Um tað er so, skal ein ringja og biðja um tíð til kanningina.
Vónandi hevur tú fingið svar til spurningin.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin