Tomat høvd!!!

Spurningur: Okey, nú eri eg um at blíva svøk. Tey seinastu 2 árini er sjálvsáltið hjá mær fari totalt í botn, og eg meini TOTALT!! eg havi altíð havt lágt sjálvsálit, men tey seinastu 2 árini er tað blivi heilt sjúkt. Eg eri allatíð nervøs, allatíð. Sjálvt tá ið eg eri saman við mínum nærmastu, sum eg stóli 100 % uppá. Eg rodni allatíð, also av ongum, blívi totalt reyð um alt høvdið, og eg meini allatíð. Kann gott koma uppá eini 30 ferðir uppá ein dag, uttan nakað problem. Rodni av ongum, tað er slett ikki flóvisligt yvurhøvur, bara um onkur kanska snakkar við meg, ella sigur hey, ella bara hyggur uppá meg næstan, so rodni eg. Blívi orduliga heit um allan kroppin, og byrjði at sveitta illa, og um hendurnar. Tær eru næstan aldrin turrar, tí eg gangi allatíð og eri nervøs. Nú royni eg bara at verða heima so nógv sum møguligt, tí nú tori eg slett ikki út ímillum fólk longur. Eg havi tað ræðuligt, havi eisini verði mega deprimera. Allatíð súr við familjuna uttan grund. Tey eru einki annað enn góð við meg,men alikavæl er alt er bara keðiligt, eg hati mítt lív viðhvørt. Onkuntíð so umhugsi eg bara at hoppa á sjógv, tí lívið er so strævið, men tað er sjálvandi ikki nakað eg hevði funni uppá, men tankin er har viðhvørt, men nú er humøri hjá mær blivi nógv betri í seinastuni. Eg veit slett ikki hvat tað er sum ger at eg havi so lágt sjálválit? Eg fái altííííð at vita hvussu pen eg eri, og dreingirnir siga altíð hvussu lekkursíggji so gott út, hettar er ikki fyri at verða sjálvglað, men bara fyri at fortelja at tað eru ikki fólk, sum siga ljót ting um meg, sum kanska kundi verði grundin til, at eg havi so lágt sjálválit, men fólk siga einki annað enn gott um meg, at eg eri ein so góð vinkona, at eg eri so pen, at eg eri so fitt osv. Veit ikki ordiliga hvat tað kann vera? Tað einastu tíðina, ið eg havi gott sjálválit,  tað er, tá ið eg eri full. Tá rodni eg ikki, tá sveitti eg ikki um hendurnar, tá kann eg líka sum sleppa at verða eg, sjálvt um hattar slett ikki eri eg, tí eg eri jú ávirka, men hattar er ein keðilig rutina, ið eg eri komin í. Drekki næstan hvørt vikuskiftið, bara soleðis sum eg kann møta fólk, og ikki bara goyma meg inni, tí hattar er tann einasta tíðin, har eg ikki havi so lágt sjálválit. Eg veit ikki, hvat eg skal gera? Vil so gjarna ganga til sálarfrøðing og vita, um tað hjálpir? Men eg havi ikki ráð. Havi hoyrt, at tað kostar so nógv, og eg tjeni ikki so nógv. Og ja, tað skal líka sigast, sjálvandi havi eg eitt arbeiði, har eg eri einsamøll og eingin rundan um meg,. Eg eri nærmast blivin bangin fyri fólkum. Onkuntíð tori eg ikki eingongd at sita við døgurðaborðið, tí at eg eri bangin fyri at rodna, haldi at tað er soooo flóvisligt. Eg tori ikki at fortelja mammu um hettar, so hon kanska kundi betalt fyri sálarfrøðing, men haldi tað er alt for flóvisligt. Eg havi ofta roynt at kanna inni á internetinum hvat er galið við mær, og hvat eg kann gera fyri at fáa tað vekkhjálpa uppá tað, og eg haldi at eg havi social anxciety, tað virkar tað sum um, og har stendur bara allastaðni tað besta tú kannst gera er at fara til psykolog. Nú klári eg ikki at liva soleiðis meira, haldi virkuliga eg havi brúk fyri hjálp, havi mist so nógvar vinkonur, av tí at tær eru so udadvent( veit ikki hvussu tað stavast) og tær vilja altíð út millum fólk at gera okkurt, og tað klári eg slett ikki uttan eg eri skít. Annars rodni eg, sveitti, ristist, fái ilt í búkin, fái totalt blackout vihvørt. Eg havi totalt mist mítt sociala lív. Fari aldrin til familjuføðingardegar ella nakað sóðarit longu., Sigi altíð, at eg skal okkurt annað, og vissi onkur er og vitjar okkum, so siti eg bara niðri undir og goymi meg. Also hettar er ikki normal at vera so ósikkur, er tað? Eg eri flóv av tí, men má siga tað við onkran, sum dugir við sórnum, tí vil so gjarna fáa hjálp. Haldi eisini hettar er grundin til, at eg eri so deprimera ofta, tað oyðeleggur totalt mítt lív. Men haldi at nu er hettar brævið blivi í so langt, havi nógv eftur at fortelja, men nú haldi eg, at tú veitst nøkunlunda, hvussu eg havi tað, og tími heldur ikki at skriva meir annars verður tað for strævið hjá tær at lesa hehe:) Hopi at tú fært svara skjótast gjørligt, eg bíði spent eftir svari :)

Hey 17 ára gamla!  
Takk fyri brævið, sum er áhugavert at lesa! Tað er týðiligt at tú hevur tað trupult og hevur tørv á hjálp, og tí er tað gott, at tú hevur sett teg í samband við ráðgevingina. Tá talan er um at rodna er oftast alt í lagi, so leingi talan eru um neutral evni, t.d. um nakað, sum ikki hevur við ein sjálvan at gera. Men tá ein tosar um seg sjálvan, kann man fáa tað so ringt við, at man reagerar fysiskt t.d. við at rodna, sveitta og kanska svíma enntá. Tú kennir tað frá at skula siga nakað í eini fjøld, t.d. at leggja fram. Alt uppmerksemið er vent ímóti tær, øll hyggja at tær, lurta eftir tær. Hóast tú hevur fyrireikað teg, so alt er perfekt, hugsar tú so nógv um, hvat kann ganga galið, at tú skjótt kanst siga ella gera okkurt skeivt. So verður tú upp aftur meira nervøs. Eg veit um ein, sum stamar og ein annan, sum rodnar, sum skuldu leggja fram og valdu at byrja við at siga sum var. Trupulleikin hvarv, tí nú var ikki neyðugt at brúka so nógva orku at royna at fjala tað.

Tað er rættiliga vanligt at rodna, serliga í tannárunum. Ein er smæðin og ósikkur og er upptikin av, hvat onnur hugsa. Við tíðini hvørvur ella minkar tað. At tað verður so umfatandi sum hjá tær er ikki vanligt. Tað ávirkar alt títt sosiala lív á ein oyðileggjandi hátt. Tú heldur teg burtur frá fólki ella nýtir rúsdrekka, fyri at tora at vera saman við fólki. Rúsdrekka ger, at ein verður minni smæðin og torir betur at gera ymiskt, sum ein vanliga ikki hevði droymt um at gera. Tær vanligu bremsurnar mangla og ein er meira opin og í samband við sínar kenslur, men ein kann skjótt fáa trupulleikar í samband við stóra rúsdrekkanýtslu.

Tað sær út sum tú ert komin í eina ónda ringrás, sum er trupul at sleppa burturúr. Tú hevur tørv á hjálp, men mást eisini gera nakað sjálv. Hugsa um, hvat tað ringasta, sum kann henda er, um tú heldur fram við at royna at fjala teg og halda teg burtur frá fólki, og um tú ert opin um tín trupulleika. Hóast alt kann støðan gerast verri við, at tú byrgir teg inni og fært størri trupulleikar í skúlanum og á arbeiðsøkinum. Tí er týdningarmikið, at tú gert nakað NÚ!  Jú fyrr tú fært tær hjálp, jú betri.

Fyrst og fremst hjálpir tað at vera erlig og siga tíni familju ella kanska bara mammu tíni frá hesum. Sjálvt um hon kanska ikki skilir, hvussu nógv tað nívir teg,  veit hon, at tað er ringt hjá tær at vera saman við øðrum fólki. Um hon gloymir tað, kanst tú endurtaka tað. Eisini hevði verið gott, um tú fortaldi vinkonunum tað. Tað eru nógv fólk, sum eru inneftirvend, eins og tú ert. Tað er líka rætt og vanligt at vera tað sum at vera úteftirvendur. Tey, sum eru inneftirvend, hava nógvar dygdir eisini, sum tey úteftirvendu kundu ynskt sær at havt. Tínar vinkonur dáma teg allarhelst soleiðis sum tú ert, og at tú ert eitt sindur øðrvísi enn tær. Tá tú gongur einsamøll við trupulleikanum, veksur hann bara. Tá roynir tú at fáa tamarhald á tínum kroppi, men ofta hendir tað øvugta og tú rodnar enn lættari. Við at vera opin um tín trupulleika, slappar tú meira av, tí tað ikki er neyðugt at hugsa so nógv um hann. Tá kanst tú samla teg um annað. Tað kann sýnast sum ein flovisligur trupulleiki, kanska tí at fólk ikki skilja teg, og at tú ikki heldur teg hava nakra grund til at reagera soleiðis. Tað eru ikki allir trupulleikar, ið ein skilur, og tí er tað enn meira umráðandi, at tú fært hjálp frá einum viðgera, sum t.d. einum sálarfrøðingi ella kognitivum viðgera ella TFT-viðgera, fyri bert at nevna nakrar viðgerar, ið hjálpa fólki við sosial-angist. Við ávísing frá kommunulækna kemur tú bert at gjalda ein part av kostnaðinum. Um tú skalt fáa heilt ókeypis viðgerð, kanst tú venda tær til Barnaverndarstovuna á heimasíðuni www.bvs.fo ella á tlf. 302495. Har kanst tú fortelja um tínar trupulleikar, og tey kunnu vísa tær víðari til tey, ið tey skalt tosa við.

Tað finnast nógvar bøkur um sálarfrøði, sum hava ráð um, hvussu ein sjálvur kann menna sjálvsvirði og sjálválit, men hinvegin er trupulleikin hjá tær so mikið stórur, at tú ikki skalt stríðast við tað sjálv. Saman við einum viðgera fert tú at hava møguleika at tosa um, hvussu tú hevur tað, og hvussu tú við venjingum kanst fáa broytt tínar tankar og handlingar, so at tú kanst fáa tað betri.   Tú kanst fara inn á www.tabu.dk. Tað er ein góð heimasíða til ung, har tú m.a. kanst tú lesa um sosiala angist, sum upp til 10. hvørt fólk stríðist við! Her er eisini anonym brævkassa- og telefonráðgeving.

Góða eydnu!  Tú ert vælkomin at venda tær til okkara aftur.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin