Tann vemmiliga

Spurningur: Hey ! eg havi eitt mega stórt problem….. Eg pilki nøs…. eg veit ikki hví, men tað havi eg gjørt so leingi sum eg minnist…. havi ONGUM sagt tað fyri…. men eg dugi simpulten ikki at “leggja av” við tí!! og nú eri eg troytt av tí, tí at tað er so mega flovisligt. :( hava tit nøkur hugskot?    

Hey hey! Summi býta negl og onnur pilka nøs ella okkurt heilt annað.
Øll hava vit óvanar og til ber at sleppa sær av við teir, tá vit ikki orka at hava teir longur. Flest fólk pilka nøs viðhvørt, so hatta er ein nokkso vanligur óvani. Tú sigur, at tað er flovisligt fyri teg at pilka nøs, so eg rokni við, at tú meinar, at tað er flovisligt, tá onnur síggja teg pilka nøs. Tú kanst royna at minna teg á ikki at gera tað, tá onnur síggja, og fyri at klára tað, so gera okkurt annað í staðin. Tá tú so klárar at gera framstig, kanst tú rósa tær sjálvari við einum herðaklappi og geva okkurt lyfti til tín um at forkela teg eitt sindur eyka, tá tú klárar at sleppa av við óvanan. Handan mátan brúka nógv, ið vilja sleppa av við ein óvana, sum t.d. at eta ósunnan mat ella dovnast ov nógv og tað kann brúkast til øll sløg av óvanum.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin