Tann sum ivast

Spurningur: Eg eri við at verða svøk ! : Eg dámi ein drong sum eg havi dámt cirka i halvt ár og eg tonki uppá hann allatiðina, allastaðnis og fái næstan ikki sovið longur og sovorið, ti eg liggi bara og tonki ..
Hann veit eg vil hava hann, men hann sigur eg skal bliva eitt sindur eldri, so vil hann kanska hava meg .. 
Men eg timi ik at biða meira? 
Hvussu kann eg lata vera við at teinkja uppá hann allatiðina? 
Kunnu tit svara skjótt? 
seriøst brúk fyri hjálp?
Men haldi tað er sindur snedugt, hann hevur víst allan kroppin hja sær fyri mær ? 
Hvat ger hann tað fyri um hann ik vil hava meg ?

Hey góða “tú sum ivast”
Eg skilji væl, at tú ert við at verða svøk, tí tað er strævið at vera forelskaður, serliga  um man ikki fær tann, man er forelskaður í 😮

Tú sigur, at hann hevur biðið teg bíða til, tú ert eldri. Hevur tú spurt hann hví? Tú sigur ikki, hvussu gamal hann er, men um hann er nógv eldri enn tú, so kann tað vera tað, at hann  heldur, at tú ert ov ung.

Tú sigur, at hann veit, at tú ert forelskað í honum, men um hann biður teg bíða uttan at siga hví, so er hann nokk ikki forelskaður í tær. Spyr hann beint út, hvat hann vil við tær!

Tað er sera trupult at lata vera við at hugsa um onkran, tá man hugsar, at man ikki skal hugsa um hann :o) Men tú kanst royna at hugna tær saman við vinfólki, hygg eftir øðrum dreingjum, hugsa um, hvørjir dreingir eru fittir og góðir at tosa við.

Tað er heilt sikkurt ongin trupulleiki hjá tær at finna ein fittan sjeik.
Tað eru nógvir nógvir fittir dreingir til, so miss ikki mótið!! :o)

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin