Hey tú ið hevur alvorliga brúk fyri hjálp!!!!
Takk fyri brævið til okkara, gott at hoyra at tú kannst brúka tað hjálp tú fær frá okkum, og tað er væl skiljandi at tú kennur teg hjálparsleysan nú.
Hettar er kanska fyrstu fer tú skrivar um hettar og bara tað at tú nú ert byrja at tosaskriva um hendan ágangin tú ert úti fyri, er heilt sikkur eitt stig á vegnum. Tú spyrt so um tað er ólógligt tað ið hann ger ímóti tær, og tað er tað, so tað er sera álvarsamt.
Eg kann hugsa mær at ein grund til at tað er so ringt at fáa tað sagt, er kanska tí tú ert bangin fyri at ongin trýr tær. Men tað er heilt vanligt at man verður í iva um, hvat hettar handlar um, “ger hann hettar tí hann dámar meg”, ella “er tað mín skyld”. Til tað er at siga, at hettar er ikki tín skyld og soleiðis ger man ikki við eina 14 ára gamla gentu. Hann veit eisini at tað hann ger er skeift og ólóligt og tí ger hann tað eisini í loyndum og tá foreldrini hjá tær ikki eru inni.
Tú skrivar at hann hevur gjørt hetta í fleiri ár og hetta er nakað sum má steðgast.
Tú skrivar eisini at tú veist at hvis tú fortaldi tað so hevði tað hjálpt, men hevur tú hugsa um hvønn tú kanst fortelja tað til? Tí tað er umráðandi at tú fært fortalt tað fyri onkrum, so tú á ein ella annan hátt kanst koma burturúr hesum. Tað er eingin ivi um at tað kann vera ringt at fáa tað fortalt fyri nøkrum, men royn at taka teg saman til tað og finn onkran persón sum tú stólar uppá at siga tað við.
Hetta kann sjálvandi taka sína tíð at taka seg saman til. Í tí perioduni, har tú hugsar teg um og roynir at manna teg upp til at fortelja hetta sum tú verður útsett fyri, vil eg ráða tær til at finna onkran máta at umganga handan mannin sum ger seg inn á teg. Tú kanst evt. læsa hurðina um tú ert einsamøll inni. Tá hann kemur inn at vitja tykkum, kanst tú kanska velja at fara at vitja eina vinkonu ella seta teg tætt at onkrum mammu tíni, pápa tínum ella onkrum sum líkasum kann “verja teg”. Royn líkasum at sleppa undan honum. Lukkast tað allíkavæl hjá honum at gera seg inn á teg, sig so frá. Sig við hann at tú ikki vil hava tað, lat hann klárt og tíðuligt fáa at vita at tú ikki vil hava at hann ger sovorið við teg.
Hopi at hetta svari kann hjálpa tær á veg út út trupulleikanum.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin