Hey hey!
Tú spyrt, um tú vigar ov nógv, og eg kann svara tær, at út frá tí tú skrivar, so vigar tú ikki ov nógv, og tú ert ikki ov feit.
Tá eg sýggi hvussu long tú ert, so hevur tú ta longdina, sum nógvar aðrar gentur høvdu ynskt at tær høvdu.Tú skrivar, at tín vinkona er yvir kløn. Tað kann vera at tín vinkona er øðrvísið bygd enn tú, og helst eisini er øðrvísið enn tú. Tá henni dámar teg væl sum vinkonu, er tað ikki orsakað av tínum kroppi ella andliti, men tí henni dámar teg akkurát sum tú ert. Ert tú enn í iva so kanst tú fara og støkka inn á gólvið hjá heilsusystrina á skúlanum hjá tær. Hon kan sýggja teg og siga um tú vigar ov nógv. Men við teimun upplýsingunum sum tú hevur givið okkum so sær tað ikki út sum tú vigar ov nógv.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin