Tann ólukkuliga

Spurningur: Eg havi hugsað um at skriva til tykkum leingi, og nú er tað nokk uppá tíðina at eg geri tað… Eg havi verið saman við sjeikinum hjá mær í 6 mánaðir nú, og uppá hesar 6 mánaðirnar, er alt broytt millum meg og vinirnir, og meg og familjuna, ikka at nevna hvussu nógv eg sjálv eri broytt. Eg havi tað, pent sagt, av fananum til! Tá ið eg komi í skúla, nú, føli eg at øll hyggja øðrvísi uppá meg, enn tey gjørdu fyri 6 mánaðum síðani.. Eg veit væl at eg pynti meg eitt sindur meir enn eg gjørdi fyrr, men tað gera øll onnur eisini, so? Eg haldi ikki tað kann vera tí, men eg haldi at øll eru byrjaði at dáma meg minni væl x`l….Mín besta vinona, X, er ikki so góð við meg longur – ella líka góð við meg – sum hon var :.. Tá ið hon hevur ignorerað meg, havi eg altíð funnið ein máta at snakka við hana uppá, og vit hava loyst trupulleikarnir. Eg veit væl at eg havi forsømt hana eitt sindur, men eg føli meg eisini eitt sindur forsømda av henni. Eg meini, sjeikurin hjá mær býr hinu meðin landið, so eg síggi hann ikki so ofta, men hon hevur so nógv at gera altíð, so? Fyri tveimum døgum síðani avgjørdi eg, at eg mátti taka eina pausu millum meg og sjeikin, tí eg má fáa alt uppá pláss millum meg og X og millum meg og familjuna. X bleiv kedd, tí hon helt at tað var alt hennara skild. Hon bleiv við at siga umskilda, men eg havi fortalt henni at hon hevur ikki skyldina í tí, tí eg veit gott hvør hevur skyldina. Tað er eg sjálv, og bara EG! Vit fylgdust tað kvøldið, fóru á pizza 67 at eta, í biograf og so gingu vit runt í býnum. Vit snakkaðu eisini eitt sindur um “sjeikin” há mær, og hvørja ferð vit gera tað, sigur hon altíð forskellig ting, so at eg føli meg pressaða at fara í song við honum. Men tað vil eg ikki fyrr enn eg blívi 16. Men kvøldið endaði gott. Dagin eftir skuldu vit til Klaksvíkar, at spæla dyst, meðan vit koyrdu buss, snakkaði eg eitt lítið sindur um  “sjeikin” hjá mær, tá segði X “Hevur tú ikki annað at snakka um enn handan dreingin?” Eg skilji bara einki, tað er sum um, at hon bara intreserar seg fyri mínum lívi tá ið bara eg og hon eru saman. Men tá ið onnur eru har, skítur hon á tað. Eg veit ikki hvat eg skal gera við tað? Kunnu tit hjálpa mær? Eitt annað er at eg havi torført við at blíva glað, aftaná alt hetta, eg orki simpulthen ikki at vera kedd meira :.. Hjálp mær:´(..

Góða ólukkuliga!
Tann fyrsta tíðin aftaná, at man hevur møtt einum sjeiki og bara er so forelskaður, hevur man ikki so nógv yvirskot ella áhuga til nakað annað, tí tað fyllir so nógv í einum. Tað er eisini í ordan. Tað uppliva ivaleyst øll rundan um teg, og kanska serliga tín góða vinkona. Tit báðar hava havt nógv saman, og nú er ein komin ímillum tykkum. Tað er kanska ringt hjá vinkonuni at skilja, og at góðtaka, men tað verður hon noydd til. Eg haldi, at tú hevur tikið tað sera skilagott, tú hevur tosað við hana, og tú hevur verið í býnum saman við henni og enntá tikið eina pausu frá sjeikinum. Annað kanst tú næstan ikki gera. Tú ljóðar eisini sera skilagóð, tá tú skrivar, at tú ikki vil hava, at hon skal pressa teg at fara í song við dronginum. Tú skalt sjálvandi ikki fara í song við dronginum fyrr enn tú sjálv følir teg til reiðar og hevur hug til tað, tað skal tú standa fast við.
Tað tú kanst gera er framhaldandi at greiða vinkonuni frá, at sjálvt um tú ert góð við og forelskað í sjeikinum, so ert tú eisini góð við hana og ynskir at tit skulu vera vinkonur. Um tað ikki riggar, so kanst tú bíða eina tíð, og vita um hon ikki venur seg við tankan um at tú eisini hevur ein sjeik, og skilir, at tú ikki svíkir hana av tí grund. Tú kanst jú saktans hava ein sjeik samstundis sum tú hevur vinkonur. Tað krevur bara at man gevur sær tíð til bæði.
Tú skrivar eisini, at tú ert byrjað at pynta teg meira nú, og ivast í hvat onnur halda um hetta. Til tað vil eg siga, at tað besta hevði verið, um tú tók støðu í tær sjálvari, og ikki í hvat tú heldur at øll hini hugsa.
Tú skrivar um fleiri ymisk ting í brævinum, og sigur eisini at tú ert broytt so nógv, og at tú ert kedd. Man broytist nógv, tá man er á tínum aldri, bæði kropsliga og sálarliga, og tað kann gera, at man er bæði glaður og keddur hvørt um annað, og at man ikki rættiliga hevur stýr á tingunum altíð. Tú nevnir fleiri ting í brævinum sum ávirka teg, men sigur ikki beinleiðis hvat tað er sum ger teg kedda. Royn at hugsa um tað – hvat tað er sum ger teg kedda, og hvat tað er sum ger at tú ert broytt.
At finna útav hvat tað er sum ger at man er keddur, er fyrsta stigið til at fáa tað betri.

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin